Gamla analoga sjónvarpssendinetið hjá Kringvarpinum verður sløkt og niðurlagt. Framyvir fer sjónvarpið hjá Kringvarpinum at senda gjøgnum sendinetið hjá Televarpinum.
Tað var annars týsdagin, at Mentamálaráðið í tíðindaskrivi boðaði frá, at analoga sendinetið verður skift út við eitt digitalt sendinet. Men her hevur Mentamálaráðið ikki orðað seg nóg greitt. Tí veruleikin er, at Mentamálaráðið als ikki fer at broyta sendinetið hjá Kringvarpinum, men at ráðið í staðin fer at byggja út sendinetið hjá Televarpinum, so tað sæst alla staðni í landinum og harvið eisini sjónvarpið hjá Kringvarpinum um alt landið talgilt.
Fyrsti talgildi sendarin verður settur upp í Fámjin og tendraður longu 5. juni. Tað er tí, at sjónvarpið sæst sera illa í Fámjin og fyri at loysa tann trupulleikan, verður ein talgildur sendari settur upp har beinanvegin.
Tá analoga netið er sløkt, ber bara til at síggja sjónvarpið hjá Kringvarpinum við nýggjari sjónvørpum, sum kunnu síggja televarpið ella við at fáa sær eina serliga boks til gamla sjónvarpið. Men tað er ikki neyðugt at tekna sær hald frá Televarpinum, og tað ber til at síggja sjónvarpið í so nógvum sjónvarpsmóttakarum, sum tú hevur hug til.