Kringvarpið skal samansjóðast

Fyrr hava sjónvarp og útvarp verið tveir ymiskir stovnar, við tveimum ymiskum leiðslum. Í summar søkti Kringvarpið eftir fólkið at manna seks nýggj leiðslustørv, og hesi hava sín fyrsta arbeiðsdag í dag

Nógv tos hevur verið um, hvussu Kringvarpið í framtíðini skal síggja út, og hvussu hesi nýggju fólkini skulu loysa sína uppgávu. Í dag lyfti nýggi leiðslubólkurin lokinum í morgunsendingini hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum.


Alt skal digitaliserast

Hans Andor Johannesen er tøkniligur leiðari í Kringvarpinum, og tað fyrsta á skránni hjá honum er, at digitaliseringin ordiliga skal gjøgnumførast, so sum mest fæst burturúr báðum eindunum hjá Kringvarpinum.

- Tað er eitt langt tok, sum er fari í gongd, men tað er ein neyðvendigheit í dag at fáa alt tilfar, sum vit gera, digitalt, fyri at fáa miðlasamansmeltingina at fungera.

Hann leggur afturat, at lurtarin og hyggjarin skal vinna okkurt við, at alt er digitalt. Tað skal bera til at fáa atgongd til tað tilfar, kringvarpið ger, við fartelefon og internetið. Eftir ætlan skal alt sendinetið verða endaliga digitalt í summar.


Miðladeildin

Miðladeildin er ein nýggj deild hjá Kringvarpinum. Allan Dalsgarð er leiðari á henni, og hann greiðir frá, at ætlanin við deildini er at geva teimum nýggju tøkniligu møguleikunum innihald.

- Vit skulu fáa stovnin til at hugsa í fleiri miðlum. At tey, sum gera útvarp, í framtíðini skulu hugsa tvørs av stovninum.

Enn eru ongi nýggj fólk sett á miðladeildini, men skrá og savn hoyra undir deildina, og har eru nøkur starvsfólk. Men í framtíðini skulu fleiri fólk setast, fyri at menna kringvarpið, so internetið og fartelefonin gerast veruligir møguleikar, saman við sjónvarpi og útvarpi.


Programdeildin

Nýggi programleiðarin eitur Herluf Sørensen. Hann hevur arbeitt í kringvarpinum í nøkur ár, men fær nú eina víðkaða uppgávu. Hann metir sína uppgávu vera at fáa tað burturúr stovninum, so stovnurin fær ágóðan av teimum nógvu pallunum.

Men programleiðarin hevur longu gjørt nakrar broytingar.

- Vit hava fingið ein kvinnu inn á morgunflatuna og eina til seinnapartsflatuna, samstundis sum útvarpið nú byrjar at senda longu klokka seks, greiðir Herluf Sørensen frá.

Stóru broytingarnar sær Herluf Sørensen tó ikki fyri sær fyrr enn næsta summar og enn meira næsta vetur.


Tíðindadeildin

Jón Brian Hvidtfelt er nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og gongur alt sum tað skal, so verða eindirnar savnaðar fysiskt innan stutta tíð. Eisini ætlar tíðindaleiðarin at vera við til at betra um tíðindini.

- Deildirnar eru lagdar saman. Frá í dag av eru tær lagdar saman, so nú er tað ein tíðindadeild fyri Kringvarpið. Í framtíðini skulu tær savnast undir somu lon. Har tað aftur verður býtt í nakrar dynamiskar eindir, sum kunnu arbeiða saman í hesi nýggju tíðindadeildini, sigur nýggi tíðindaleiðarin

Ætlanin er somuleiðis at menna fólkini á stovninum, so tíðindini gerast betri. Eisini skulu kjaksendingar og krittiskar sendingar gerast.

- Vit skulu gera seriøs, objektiv og perspektiverandi tíðindi, ið byggja á eitt gott handverk. Tá tú gert tíðindini, so er tað hvussu væl fyri einstaki journalisturin er, sum er avgerandi. Alt eftir hvussu vit fáa ment fólkini, so vil tað smitta uppá tíðindini, greiðir tíðindaleiðarin frá.

Sjálvur ætlar Jón Brian Hvidtfelt at halda fram at gera tíðindir, so hann ikki bara situr við skriviborðið.


Dokumentardeildin

Barbara Samuelsen hevur fingið til uppgávu at finna fólk, sum ynskja at gera nakað meira burturúr ávísum sendingum, so at tey sum brenna fyri at gera okkurt eyka hava møguleika til tess. Men hon veit ikki heilt, hvat deildin fer at koyra á skíggjan.

- Dokumentardeildin er ein spildurnýggj deild, so presis hvat fyri sendingar vit fara koyra á skíggjan, kann eg ikki siga nakað um beint nú. Eg fari at tosa við fólkini hjá mær, og so fara vit at finna útav tí. Men onkrar nýggjar sendingar vera um stutta tíð, sigur Barbara Samuelsen.

Hon greiðir eisini frá, at barnaøkið er á hennara deild, og at deildin bæði fer at gera krittiskar dokumentarsendingar og bleyt portrettir. Tað seinna veldst um fólkini á deildini.


Starvsfólka- og umsitingardeildin

Sanna Hansen er hin kvinnan í leiðslubólkinum hjá Kringvarpinum. Hon skal taka sær av gomlu umsitingini, men eisini starvsfólkarøktari.

- Starvsfólkarøkt er nakað nýtt vit skulu byggja upp. Vit skulu finna útav, hvat er tað vit skulu og hvat skal hendan deildin gera. Vit skulu taka okkum av starvsfólkunum, so at øll tingini sum verða gjørd hava eina adressu. Vit skulu vera við til at samansjóða stovnin, tí samanlegging er fyrst og fremst ein samanlegging av menniskjum.

Hon greiðir frá, at Starvsfólka- og umsitingardeildin eisini skal syrgja fyri, at útferðir og so framvegis vera á skránni.