Roknskapirnir hjá Kringvarpi Føroya sóu ikki so galnir út í 2010 og 2011, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður var tí ikki greiður yvir, at tað stóð so illa til fíggjarliga, sum tað nú eina ferð ger.
Hann heldur tað vera skeivt at siga, at politikararnir ikki hava latið við seg komað, tí allir stovnar hava fingið greið boð um at halda nýtsluna innan fyri fíggjarkarmarnar. Tað er skylda teirra at gera tað alla tíðina.
Bjørn Kalsø sigur, at bæði leiðsla og stýri hava vitað, at hann ongan møguleika hevur at útvega stovninum eykajáttan. Allir stovnar verða viðfarnir eins.
Hann heldur tað vera eitt álvarsmál, tá ið stjórin sigur, at Kringvarp Føroya ikki longur er mentur at halda public service sáttmálan. Hetta merkir, at antin má nakað gerast, so sáttmálin kann haldast, ella má sáttmálin tillagast.
Bjørn Kalsø sigur við R+as2, at hann hevur tikið upp aftur arbeiðið við at flyta alt virksemi hjá Kringvarpi Føroya í Sortudíki, byggja út har og selja allar ognirnar í M. A. Winthersgøtu. Tá ið hevði givið skynsamari rakstur.
Hann vísir aftur møguleikan at hækka kringvarpsgjaldið, tí tað er ikki so langt síðan, gjaldið seinast hækkaði, og haraftrat eru húshaldini fíggjarliga hart sperd.
- Stovnurin hevur brúkt ov nógv síðan samanleggingina. Tað skerst ikki burtur, sigur Bjørn Kalsø, sum nú vil hava at greitt at vita frá leiðslu og stýri, hvørjar ætlanirnar eru.
Hann vil ikki venda spurninginum við beint nú, hvat politiska ynskið er til stovninum.
- Tað er ein bráðfeingis støða, sum nú er íkomin, og hon má loysast fyrst.