Kringvarpið sendir svik

Í kvøld endursendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum ein dokumentarfilm hjá Channel 4, sum afturvísir, at samband er millum veðurlag og dálking. Fleiri serfrøðingar úttala seg í sendingini, men sambært føroyska havfrøðinginum, Boga Hansen, er talan um tað reina svindil

Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur lítið um, at Kringvarpið í kvøld hevur eina sending á skránni, sum ger gjøldur burtur úr hugsanini, at jørðin gerst heitari, tí vit dálka ov nógv. Føroyski havfrøðingurin, sum hevur vunnið sær stóra altjóða viðurkenning, kallar sjónvarpsendingina tað reina svindil.

- Tað er forkastiligt, at teir senda eina sending, sum sigur seg vera vísindaliga, men er tann loddrætta lygn. Sendingin er ein blanding av avoldaðum úrslitum, reingjan av úrslitum og beinleiðis ósannindi. Og onkur av luttakarunum í sendingini hevur eisini síðani tikið frástøðu frá filminum, tí hansara útsagnir eru rangsnúgvaðar.

Sendingin, sum hevur heitið »Svik við upphitingini av jarðarknøttinum«, er gjørd av bretsku sjónvarpsrásini Channel 4 í ár. Millum klimaserfrøðingar er breið semja um, at upphitingin av jørðini tey seinastu hundrað árini í stóran mun er eitt úrslit av einari øking av sokallaðum vakstrarhúsgassum, sum  aftur eru eitt úrslit av ídnaðarmenningini.  Men sendingin hjá Channel 4 afturvísir hesum. Sambært sendingini hevur upphitingin lítlan týdning, og hon er als ikki ávirkað av, hvat menniskju gera.

Í staðin vil sendingin vera við, at semjan um at dálking er orsøkin til upphitingina av jørðini er eitt úrslit av, at serfrøðingar mana fram ræðumyndir fyri at fáa meira stuðul, og fjølmiðlar alla tíðina hava brúk fyri nýggjum ræðusøgum.

Tá sendingin varð send fyrstu ferð í Bretlandi, vóru ákærurnar ímóti innihaldinum so harðar, at rættingar vórðu gjørdar beinanvegin. Seinni er enn meira klipt úr sendingini, og Kringvarpið sendir í kvøld ta stuttu versiónina á umleið ein tíma.

Kjakið um sambandið millum mannaskapta dálking og veðurlagsbroytingar er ikki nýtt. Kanningar hava verið gjørdar í nógv ár, og tey seinastu 20 árini hava serfrøðingar kjakast um, hvønn týdning dálkingin hevur.

- Í fyrstuni var stór ósemja, hvørt dálking hevði týdning fyri veðurlagið. Men jú fleiri kanningar og greiningar eru gjørdar, jú greiðari er myndin vorðin, greiðir Bogi Hansen frá. Og í dag eru allarflestu serfrøðingar samdir um, at veðurlagið í stóran mun verður ávirkað av mannadálking.


Ábyrgdarleyst

Bogi Hansen skilir, hví ein slík sending vekir áhuga, men fjølmiðlarnir mugu duga sær hógv í jagstranini eftir gølum, heldur hann.

- Tað ber altíð til at finna onkrar serfrøðingar, sum eru ósamdir við eina vísindaliga niðurstøðu. Og tá upp ímóti 99 prosent av serfrøðingunum eru samdir um, at veðurlagsbroytingarnar eru eitt úrslit av CO2 dálking, so er tað sjálvandi stuttligast hjá fjølmiðlunum at fara eftir tí eina prosentinum, sum sigur okkurt annað.

Men hetta heldur hann er ábyrgdarloysi, tá ikki minsta hald er í tí, sum sagt verður.

- Hetta er jú at forføra fólk. Tá almenna sjónvarpið sendir ein film, har nógvir sokallaðir vísindamenn úttala seg, so trýr hyggjarin tí. Vit kunnu ikki vænta, at hyggjarin eftirkannar ákærurnar og uppáhaldini, sigur Bogi Hansen, og tí kundi hann  eisini hugsað sær, at sjónvarpið hugsar seg betur um.

 - Hesin filmurin skapti mikla øsing í Bretlandi og er afturvístur fleiri ferðir. Tí er tað ótrúliga ábyrgdarleyst av Kringvarpið bara at seta hann á skránna – fyri ikki at tosa um at velja at endursenda hann.

Eitt annað sum eisini undrar Boga Hansen er, at Kringvarpið velur at senda eina óvísindaliga útspilling, samstundis sum tey ikki hava sent vælumtøkta og Oscar nomineraða filmin við Al Gore, An Inconvinient Truth, um sambandið millum dálking og veðurlagsbroytingar.

- Hesin filmur, sigur Bogi Hansen, er bygdur á vísindaliga kanningar, og hóast hann er eitt sindur popputur, so er hann ikki fupp og svindil sum filmurin hjá Channel 4 er tað.


Altjóða atfinningar ímóti sendingini.

Tá sendingin »Svik við upphitingini av jarðarknøttinum« varð víst í bretskum sjónvarpið skapti hon mikið kjak. Her er eitt yvirlit yvir nakrar av atfinningunum.


Altjóða veðurlags felagskapurin, IPCC, hevur eftir sendingina staðiliga avvíst, at veðurbroytingarnar hesa øldina bara eru innanfyri tað sum náttúran vanliga varierar; at sólin hevur stórst ávirkan á broytingarnar, sum eru hendar hesa øldina; at troposferan ikki hitnar eins og jarðyvirflatan; at vulkanir dálka meira enn menniskju; at framrokningarnar hjá IPCC eru ov fløktar og óálítandi.


Bretska Antarctic Survey hevur eisini funnist at sendingini og afturvísir, at vulkanir dálka meira enn menniskju. Árliga útlátið frá brenning av olju, koli og gassi og av cement framleiðslu er mett at vera 100 ferðir størri enn árliga útlátið av CO2 frá vulkanum, siga tey.

Eigil Friis-Christensen, sum verður brúktur í sendingi at prógva at sólin hevur stórst ávirkan á veðurlagsbroytingar, hevur eisini afturvíst uppáhaldinum í sendingini.

Hann sigur at ein grafur í sendingini, sum vísur sólar aktivitet 400 ár aftur ikki er vísindaligur, men verður sagdur at vera tað, og at hóast hann hevði víst á ávirkanina frá dálking í tjúgundi øld, so varð hetta klipt burtur.


Alan Thorpe, professari í meteorology við universitetið í Reading og leiðari fyri bretska Natural Environment Research Council segði við blaðið, New Scientis, at høvuðsargumentið í sendingini, at kosmiskar strálur í atmosferuni spæla høvuðsleiklutin í upphitingini av jørðini og ikki dálkingini, er púra burturvið. Ongi prógv eru fyri hesum, sigur hann, og hóast tað altíð er gott at vera skeptiskur, heldur hann, at tað ikki er rætt bara at síggja burtur frá teim prógvum sum eru.


37 bretskir vísindamenn hava skrivað klagu til sjónvarpsstøðina, har teir siga, at ein slík vreingjan av bæði sannroyndum og hugburðum er so álvarslig, at sendingin ikki eigur at verða endursend uttan broytingar. Tá hugsað verður um, hvussu álvarsligt evnið talan er um, halda hesir vísindamenn, at tað hevur alstóran týdning, at almenna kjakið verður balanserað og væl upplýst.


Sjónvarpið skal  vísa báðar síður

Tað er ikki uppgávan hjá sjónvarpinum at sensurera sendingar. Hetta sigur programleiðarin á sjónvarpinum í Kringvarpinum, Ivan Niclasen, í viðmerking til atfinningarnar hjá Boga Hansen.

- Okkara fremsta uppgáva er at vísa ymisk sjónarmið. Tá ósemja er millum vísindafólk, kunnu vit ikki velja at vísa tað áskoðanina, sum ein meiriluti stendur fyri, sigur Ivan Niclasen.

Hann heldur eisini, at ein sending, sum elvir til kjak, er góð, tí kjakið hækkar tilvitanina um málið.

- Í hesum førinum er áskoðanin hjá Boga Hansen tann ráðandi, og vit hava eisini sent hópin av sendingum um, at CO2 dálking elvir til upphiting av jarðarklótini. Men tað kann ikki skaða eisini at vísa eina sending um nøkur, sum eru ósamd við hesi áskoðan, sigur Ivan Niclasen.

Bogi Hansen, havfrøðingur, undrar seg eisini yvir, at sjónvarpið ikki hevur sent dokumentarfilmin við Al Gore um sambandið millum upphiting og dálking. Ivan Niclasen sigur, at hann ikki dugir at svara, hví hesin filmur ikki er vístur, men hann ivast ikki í, at um høvi býðst, so verður hesin filmur eisini sendur í sjónvarpinum.

Programleiðarin á sjónvarpinum leggur áherslu á, at uppgávan hjá sjónvarpinum ikki er at sensurera, tí meira vitan altíð er góð. Og hann hevur álit á at hyggjarnir duga at gera sínar egnu niðurstøður.

- Tá kjakið er opið og breitt, so eru tað tey røttu argumentini, sum vinna, staðfestir hann.