Í kvøld sendir útvarpið hjá Kringvarpinum frá hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum, har konsertir er, og røður verða hildnar í sambandi við, at Sunleif Rasmussen fyllir fimmti ár. Hátíðarhaldið er eisini í sambandi við, at Mentanarvirðislønir Landsins, sum Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen fáa, verða handaðar.
Fleiri konsertir eru á skránni, eins og handanin av Mentanarvirðisløn Landsins. Tað er mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, sum handar virðislønirnar.
Millum tónleikararnar eru Michala Petri, blokkfloytu, Andrea Heindriksdóttir, floytu, Bernharður Wilkinson, floytu, Sámal Petersen, violin, Ólavur Jakobsen, guitar og Christine Andersen, fagott.