Nú er greitt, at allir HM undankappingardystirnir hjá føroyska A-landsliðnum verða at síggja og hoyra í Kringvarpi Føroya. Bæði heima- og útidystirnir, tí avtala er gjørd um rættindini til allar dystirnar.
Seinnapartin mikudagin undirskrivaðu Kentaro, sum eigur sjónvarpsrættindini til bæði heima- og útidystirnar hjá Føroyum, og Kringvarp Føroya ein samstarvssáttmála, sum fevnir um alla komandi kappingina.
Í stuttum gongur avtalan út uppá, at Kringvarpið hevur játtað seg til at framleiða dystirnar í Føroyum fyri Kentaro tó ikki dystin millum Føroyar Týskland, tí har er eitt HD krav, sum vit ikki kunnu liva upp til og afturfyri fær Kringvarp Føroya rættindini til allar útidystirnar eisini Týskland-Føroyar í Hannover í annaðkvøld, sigur Solby Eliasen, programleiðari.
Rættindini fevna eisini um streaming á heimasíðuni tó einans í Føroyum.