Ongin ivi skal vera um, at talan er um Kringvarpið, tá fólk síggja búmerkið, ella bara ein lítlan part av tí. Á tíðindafundi týsdagin varð nýggja grafiska sniðið hjá samanlagda stovninum Kringvarp Føroya almannakunngjørt, og greitt varð frá um tankarnar, sum liggja til grund fyri sniðinum. Sambært Kringvarpinum, skal nýggi grafiski samleikin eyðkenna sjónvarpsskíggja og heimasíður frá mánadegnum 6. mars 2006. Prentlutir, bilar og bygningar verða eisini ílatin nýggja sniðið so við og við.
Endamálið við at leggja stovnarnar saman 1. januar 2005, var at skapa betri fortreytir fyri rakstri, tænastu og programmútboði. Í samband við samanleggingina hevur tað higartil eydnast, at fáa báðar umsitingarnar at virka sum eina felags eind.
Nú verður so farið undir næsta stigið í tilgongdini at leggja stovnarnar saman, og verður tað, fyri okkum lurtarar og hyggjarar, meira sjónligt og ítøkiligt, tí nú skulu øll hava eina felags ímynd, ella andlit, av samanlagda stovninum Kringvarp Føroya. Og her er talan um stórarbeiði, tá allir lutir, sum ímynda stovnin, skulu prýðast og prentast av nýggjum: bilar, brævbjálvar, brævpappír, sendiskráir, skelti, reklamutrailarar, fløgg og visitkort.
Sambært Repro Z, sum hevur staðið fyri at sniðgeva nýggja grafiska samleikan, hevur samanleggingin ført tvær sera ymiskar virkismentanir saman, sum nú skulu sameinast, og tí er tørvur á einum grafiskum samleika, bæði hjá starvsfólkum og viðskiftafólkum.
Í grundgevingunum fyri nýggja samleikan, sigur ReproZ, at hann skal vera við til at skapa eina mynd av einum nýggjum miðlastovni. Hann skal fremja interna sameining og eksterna marknaðarføring og branding. Harumframt skal nýggi grafiski samleikin stuðla undir kjarnuvirðini: Trúvirði, óheftni, fjølbroytni og margfeldni.
Búmerkið
Um búmerkið sigur ReproZ, at við samanleggingini av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya eru tvær sera ymiskar virkismentanir lagdar saman, og hesar skulu sameinast. Tí skal Kringvarp Føroya síggjast sum ein nýggjur miðlastovnur, og ikki sum tveir stovnar, sum eru lagdir saman.
Myndamálið í búmerkinum er opinleiki, fleksibilitetur, interaktivitetur og karmurin um tað fjølbroytta innihaldið. Kjarnin í búmerkinum er í veruleikanum tað, sum ikki er har. Ella tað sum kann verða skapt innan fyri breiðu karmarnar hjá Kringvarpi Føroya, siga Allan Dalsgaard frá fyritøkuni ReproZ, sum hava staðið fyri verkætlanini.
Reyði liturin
Margfeldi og fjølbroytni eru lyklaorð hjá Kringvarpinum, og í litavalinum hjá Kringvarpinum kemur hetta til sjóndar á sjónvarpsskíggjanum. Tó er neyðugt, at stovnurin hevur ein grundlit, sum verða nýttir til eitt nú búmerki og prentlutir, siga tey í ReproZ, og halda fram,
Vit valdu ein djúpan myrkareyðan lit, sum er heitur, og sigur frá lívi og dynamikki. Tað hevði verið nærliggjandi at valt ein neutralan lit, fyri at undirstrika Public Service funksjónina hjá Kringvarpinum, men slíkur hugsunarháttur er ein farin tíð. Tó at Kringvarpið er ein Public Service stovnur, er hann í kapping við privatar miðlar og skal skilja seg út, sigur Allan Dalsgaard. Og hann greiðir frá, at tað er fyritøkan hjá teimum, sum í felag hevur arbeitt seg fram til úrslitið, men at tað er íslendingurin Birgir Már Sigurðsson, sum hevur teknað búmerkið. At umboða áhugamálini hjá kringvarpinum í tilgongdini, hevur arkitekturin Eyðun Eliasen samstarvað við ReproZ.
Skriftin
Sambært ReproZ eitur skriftsniðið hjá Kringvarpi Føroya Rotis. Rotisfamiljan inniheldur fýra høvuðssnið, og Kringvarpið nýtir trý teirra. Rotis Semi Serif, Rotis Sans Serif og Rotis Serif.
Í búmerkinum er sniðið Rotis Semi Serif nýtt. Hetta sniðið hevur ein framtíðardám, og er kanska eitt eindømi í skriftsniði, tí seriffarnir, "føtirnir", á stavunum bert eru í erva á skriftini. Mest nýtta skriftsniðið er Rotis Sans Serif. Henda skrift er neutral, og liðilig. Egnar seg væl á prenti, á skeltum og ikki minst á sjónvarpsskíggjanum. Rotis Serif verður nýtt til breyðtekst, einamast á brøvum o.ø. prentaðum tilfari, greiða tey frá á ReproZ,
Heimasíðan
Ætlanin er eisini, at felags heimasíðan hjá Kringvarpinum skal fara at virka um eina tíð. Kringvarpsstjórin sigur, at heimasíðan verður eitt gott tilboð til brúkarar stovnsins, við øllum tí sum heimasíðunar bjóða í dag, umframt tíðindaportal.










