Kringvarpið manglar meira enn 5 milliónir

Kringvarpið tekur ikki hædd fyri niðurgongd í búskapinum í sínari fíggjarætlan. Tí mangla munandi meira enn 5 milliónir krónur til virksemið næsta ár Í fíggjarætlanini hjá Kringvarpinum verða útreiðslurnar næsta ár mettar til 66,1 milliónir krónur. Inntøkurnar verða mettar til 61,1 milliónir krónur.

Hesi tøl boða frá, at Kringvarpið manglar 5 milliónir krónur fyri at halda verðandi virksemið næsta ár.

Men støðan kann gerast enn verri.

Kringvarpið sigur í einum skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at í fíggjarætlanini er hædd ikki tikin fyri vánaligu búskaparútlitunum.

- Væntast kann, at inntøkurnar frá lýsingum og spølum verða nakað lægri enn tilskilað er í fíggjarætlanini, sigur Kringvarpið í skrivinum, sum Rás2 hevur fingið hendur á.

Kringvarpið vísir eisini á, at átrokandi íløgur í útgerð og útsett viðlíkahald er ikki tikið við í fíggjarætlanina næsta ár.

Harvið ger stýrið fyri Kringvarpið greitt, at tørvurin á pengum eftir øllum at døma er munandi størri enn tær 5 milliónirnar.

Leiðslan í Kringvarpinum hevur heitt á Mentamálaráðið um at hækka kringvarpsgjaldið við sløkum 500 krónum næsta ár. Verður tað ikki gjørt, mugu umfatandi skerjingar gerast í virkseminum hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum.