Kringvarpið má taka í egnan barm

- Tað er ein ólukkulig støða, at kringvarpið er komið soleiðis fyri, men eg gráti ikki um strikaðu tónleikasendingarnar, sum mest hava verið brúktar sum ífylla, sigur tónaskaldið Sunleif Rasmussen

Randi Jacobsen
Sum flestu onnur harmast tónaskaldið Sunleif Rasmussen, at Kringvarp Føroya nú siglir í fíggjarligum vandasjógvi og noyðist at siga fólki upp, tí harvið missir stovnurin nógva ekspertisu.
- Men eg gráti ikki, um at útvarpið strikar fleiri tónleikasendingar, tí tær hava fyri ein stóran part bara verið plátuvendarí. Og tí ger tað einki, um tær fara, sigur Sunleif Rasmussen.
Hann heldur, at tað upp á ein máta ikki ger so nógv, at kringvarpið er komið í hesar trupulleikar, og høvið eigur at verða nýtt til at endurskoða alt útvarpið, sum tað er.
- Útvarpið hevur als ikki fylgt við tíðini og hevur bara lappað upp á gomlu skránna, sum Niels Juel Arge legði í sínari tíð. Kringvarpi eigur nú at taka í egnan barm og royna at skapa eitt útvarp og eitt sjónvarp, sum samsvara við tíðini, vit liva í, sigur Sunleif Rasmussen.
Tá ið tað kemur til tónleikin, heldur hann, at kringvarpi skal gera sær greitt, hvat veruligur tónleikur er, og hvat hann eigur at verða brúktur til.
- Annars haldi eg, at kringvarpið átti ikki at verið tengt at lýsingum. Lýsingarnar skulu burtur úr kringvarpinum, sum burturav átti at verið fíggjað yvir skattin, sigur Sunleif Rasmussen.