Kringvarpið kjakast um um Public Service

Í annaðkvøld seta Kringvarpið og Nordfag Public Service á breddan. Tað verður gjørt við almennum kjakkvøldi í Útvarpshøllini í Sortudíki. Á skránni verða framløgur og kjak um public service, har vit millum annað viðgera spurningarnar:

- Eiga vit yvirhøvur at hava Public Service í Føroyum?

- Eigur Kringvarp Føroya framvegis at hava Public Service skylduna? Ella eigur Mentamálaráðið at bjóða hana út í almennari lisitasjón?

- Hvussu fíggja vit Public Service?Skal tað gerast við lurtara- & hyggjaragjaldi ella umvegis skattin/fíggjarlógina? Ella eigur Public Service at fíggjast við lýsingum, stuðlum og sponsorum?

- Ber til at hava Public Service uttan Public Service sáttmála millum Mentamálaráðið og Public Service veitaran?

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og Allan Dalsgarð, deildarleiðari í Kringvarpinum, leggja fyri. Síðani fara Birgir Kruse, fjølmiðlafrøðingur, Jógvan Hugo Gardar, næstformaður í Føroysk Miðlafólk, Magni Laksafoss, formaður í Mentanarnevnd løgtingsins og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kringvarpsmálum, at kjakast um public service.

Kjakkvøldið er alment, og áhoyrarar hava møguleika at seta spurningar til pallborðið. Øll eru vælkomin til kjakkvøld um public service í Útvarpshøllini hóskvøldið 19. mars klokkan 19:30. Alt tiltakið verður somuleiðis sent beinleiðis í útvarpinum.