Kringvarpið ikki gott nokk

Stjórarnir í báðum privatum útvarpsstøðunum í Føroyum, Jonhard Hammer og Preben Jensen, eru sannførdir um, at teir høvdu fingið meiri burturúr peninginum, ið Kringvarpið fær

Preben Jensen og Jonhard Hammer, ið eru stjórar á ávikavist Lindini og Rás2, eru sannførdir um, at Kringvarpið kundi fingið meiri burturúr sínum peningi.

Í tíðargrein í blaðnum í dag, sigur Jonhard Hammer millum annað, at Kringvarpið fær eitt ókeypis sendinet og yvir 60 milliónir krónur í inntøkum, meðan Rás2 klárar seg við 6,5 milliónum um árið. Tó er tað soleiðis, at Annika Mittún Jacobsen greiðir frá, at 20 milliónir í veruleikanum fara til útvarpspartin. So munurin er ikki líka stórur.

Preben Jensen, metir tó , at útvarpið kundi fingið nógv meira burturúr, um tey nýttu tøknina til fulnar, og ikki høvdu so nógvar millumleiðarar.


Lata pening til báðar rásir

Preben Jensen metir eisini, at tað er harmiligt at kringvarpið er eitt slag av almennum stovni, samstundis sum tað eisini fungerar eitt sindur sum eitt partafelag.

- Sum eg síggi tað, eru tveir ymiskir møguleikar. Antin skal kringvarpið vera fíggjað við almennum pengum, ella við lýsingum. Tað ber ikki til, at ein almennur stovnur skal hava so stórar fyrimunir í mun til tey privatu, so kanska skuldi Rás 2 eisini fingið pening frá landinum, greiðir Preben Jensen frá. Hann leggur tó áherðslu á, at Lindin ikki skal hava tílíkan pening, tí tað hevur skapt órógv aðrastaðni.

- Tøkniliga framgongdin í ólukkumát hevur ført djúpar rationaliseringar við sær kring allan heim. Snøgt sagt tí tær í dag ikki nýtist sama manpower til arbeiðið. Ella kanska er hesin parturin av tøkniligu menningini als ikki komin nær Sortudíki og at ein annar háttur kundi verið at útveitt uppgávur hjá stovninum í fría kapping, sigur Jonhard Hammer.



Duga illa at stýra

Jonhard Hammer metir eisini, at kringvarpsstjórin skal pakka saman, um hon ikki klárar seg við peninginum hon hevur. Hann heldur í hvussu so er ikki, at tað er gott, at hækka kringvarpsgjaldið.

- Legg ikki fleiri byrður á Føroya fólk. Tú fært yvir 60 milliónir í inntøkum og eitt ókeypis sendinet, meir kann ein ikki forlanga í 2009, sigur hann millum annað eisini í blaðnum.


Eisini Preben Jensen tekur eitt sindur undir við hesum.

- Eg veit ikki ordiliga pengarensli hjá Kringvarpinum, men eg eri vísur í, at tey kundu fingið meira burturúr, teimum pengunum tey fáa.