Kringvarpið hevur tríggjar dagar

Eftir at hava samráðst um nýggjan sáttmála í nærum eitt ár, er bikarið hjá ÍSF flotið yvir. Um vikuskiftið sendu teir skriv til Kringvarpið, sum kann missa rættin at senda beinleiðis frá føroyskum ítróttatiltøkum

Ítróttur

 

- Vit skulu hervið boða tykkum frá, at tit, grundað á at samráðingarnar ikki føra til nakað úrslit og mugu metast sum slitnaðar, og tað tí heldur eingin sáttmáli er partanna millum, ikki hava rætt at senda frá føroyskum ítrótti, frá 15. desember 2007 at rokna.

Soleiðis endar brævið, sum ÍSF tann 7. desember sendi Kringvarpsstjóranum. Eitt bræv, har tað verður staðfest, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála um rættindi at senda ítrótt eru slitnaðar.

Partarnir hava ikki havt nakran sáttmála seinasta lítla árið, tí á nýggjárinum rann táverandi sáttmálin út. Men so leingi samráðingar hava verið, hava partarnir virkað eftir gamla sáttmálanum.

Men eisini tað er nú liðugt. Eftir øllum at døma er bikarið flotið yvir, tá Kringvarpsstjórin ikki vildi góðtaka seinasta sáttmálauppskotið, sum ÍSF sendi. Í brævinum um uppsøgn vísir ÍSF á, at Jógvan Jespersen ístaðin broytti uppskotið, sum hann síðani skrivaði undir og sendi ÍSF.

 

Ikki uppsøgn

Sjálvur vil ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, tó ikki kalla brævið fyri eina uppsøgn.

- Tað meta vit ikki, tí vit hava altso givið eina freist til 15. desember, og tað eru so nakrir dagar afturat.

Vil tað so siga, at talan er um eina seinastu hóttan?

- Eg vil heldur siga, at hetta er ein staðfesting av, at vit koma ikki víðari í verandi støðu. Og tolið hjá okkum er uppi nú. Vit halda okkum hava verið sera lagalig í samráðingunum, men upplivingin hevur fyri tað mesta verið einvegis samskifti, og tað vilja vit ikki longur góðtaka, sigur Heðin Mortensen.