- Hatta ljóðar ógvusligt, og eg haldi, at Kringvarpið hevur ein forkláringstrupulleika yvir fyri almenninginum.
Tað sigur Jógvan Jespersen, sum fyrst var stjóri í Útvarp Føroya og síðan í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya.
Hann tosar um, hvussu stovnarnir blivu klaskaðir saman við ongar lýsing av nøkrum.
Tað fyrsta árið var neyðugt at góðtaka at hava tvær milliónir krónur í halli, tí samanleggingin kostaði. Ikki bar til at fáa nakra játtan til tær útreiðslurnar.
Jógvan Jespersen fór beinanvegin undir ætlanina um at byggja upp á og upp í útvarpshúsið, so øll starvsfólkini í samanlagda stovninum kundu vera har. Húsið varð teknað, jørðin fingin til vega, og keyparar vóru til ognirnar hjá sjónvarpinum.
Men so komu boðini frá landstýrismanninum um, at politiskur meiriluti ikki var fyri at byggja út í Sortudíki.
Tá valdi Jógvan Jespersen at siga seg úr starvinum.
Hann sigur, at tey fyrstu árini eftir samanleggingina bar til at spara. Nøkur fólk vórðu søgd úr starvi, men spart varð eisini á tann hátt, at tá ið fólk fóru, vórðu størvini ikki sett aftur.
Tað er ein sannroynd, at lønirnar so við og við eru hækkaðar, og inntøkurnar eru ikki hækkaðar samsvarandi.
Jógvan Jespersen vil ikki gera viðmerkingar til raðfestingina hjá leiðsluni, hvat spart verður burtur.
Hann sigur seg tó ikki skilja avgerðina um at spara øll fríyrkisfólkini burtur, tí tey hava gjørt sendingarnar meira fjølbroyttar, og stovnurin hevur ongar sosialar skyldur yvir fyri teimum. Heldur ikki skilir hann, at útvarpið ikki longur fer at senda um náttina, tí tað kostar so lítið.
- Einastu vinnararnir eru teir politikarar, sum ikki vilja hava slíkar stovnar, og nú vita vit, at teir eru í meiriluta, sigur Jógvan Jespersen.