Kringvarpið = Hermirásin

Áðrenn Rás2 byrjaði - var alt í ÚF stórt sæð sum tað hevði verið í 40 ár

Men so kom privata Rás2 - við studio í Klaksvík (Norðlýsið).

Stutt eftir helt ÚF, at tað var upp á tíðina at byrja at hava sendingar úr studio í Klaksvík.

Eftir nøkur ár gevst Rás2 við hesum, hvat gjørdi ÚF eftir tað - tað sama.

Rás2 byrjaði frá byrjan at senda Orðið (bíbliulestur ) kl.9:45. Hvat ger ÚF? Jú teir mugu flyta morgunlesturin, sum í mannaminni hevur verið endursent kl 9 fyrrapart, til somu tíð - (genialt).

Hví mátti ÚF (hermirásin) brádliga flyta tíðindasendingina sum í 50 ár var send kl 18:30 til kl 18?? Var tað uppá grund av lúðurinum á skipasmiðuni (sambart Jógvan Jespersen) ella var tað tí at tíðindini á Rás2 vóru kl 18.

Rás2 tekur Orðið av skránni - og hvat ger Hermirásin nú? Jú morgunlesturin má avtakast, ti at tá Rás2 ikki sendir bíbliulestur kl 9:45 - ja hví so ÚF - (genialt).

Ynskiløtan hevur altíð verið seinnapart á Rás2 - hvat ger Hermirásin nú - (genialt).

Nú hevur IKTUS sent andaligt tilfar á sjónvarpi í nakrar mánaðir - t. d. fyrrapart – og hvat ætlar Kringvarpið nú? - jú nú halda tey, at tað er sera gott at senda t.d. morgunlestur fyrrapart í sjónvarpinum - og enntá sangir/sálmar við teksti á skerminum - júst tað sum Iktus ger - (genialt).

Kundi sikkurt funnið nógv onnur dømi, og hetta fer óivað at halda áfram.

Man má bara siga, at programfólkini á Kringvarpinum eru sera kreativ, tey fáa løn fyri at herma.

Hvussu hevði sæð út, um einki privat útvarp og sjónvarp var? - jú sum fyri c.a. 40 árum síðani!

Eg haldi, at tað almenna Kringvarpið hevur spælt fallit. Public Service kravi kundi verði deilt út til allar luftmiðlarnar, t.v.s. eisini milliónirnar. Hví skullu allar milliónirnar fara til tann eina, sum næstan bara hermir eftir teimun privatu miðlunum ?