Kringvarpið gevst at stroyma

Kringvarp Føroya hevur í dag boðað fótbóltsfeløgunum frá, at tað gevst at stroyma landskappingardystir í fótbólti.

 

Kringvarp Føroya grundgevir avgerðina við, at KVF hevur mist sítt redaksjónella frælsi at velja dagsins dyst, nú so nógv feløg nokta teimum at stroyma sínar heimadystir.

 

Tískil hevur KVF valt ikki at stroyma nakran dyst komandi landskappingarumfar.

- Hetta harmar okkum sjálvandi almikið. Vit halda, at landskappingardystir eru savnandi fyri nógv fólk, og vit ynskja serliga, at útisetar, sjófólk og onnur, sum ikki hava møguleika at koma til dystirnar, skulu hava møguleika at vera við, skrivar Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

 

Kringvarpið leggur nú bóltin til feløgini og sigur, at um tey finna eina nøktandi loysn fyri feløgini og ynskja, at Kringvarpið skal taka sær av uppgávuni, er væl hugsandi, at KVF aftur fer at stroyma fótbólt.

 

Í vikuskiftissosialinum herfyri viðgjørdi Miðlahúsið stríðið millum feløgini, FSF og Kringvarpið og vísti á, at júst hetta bleiv ein sannlíkur endi á stríðnum. Tá segði Virgar Hvidbro, aðalskrivar í FSF, at júst hetta málið fór at verða viðgjørt á næsta formansfundinum millum feløgini, sum verður fyrst í juni.

 

KÍ, EB/Streymur og AB hava fyribils nokta Kringvarpinum at senda sínar heimadystir.