Dátueftirlitið hevur fingið eina kæru um, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum tók dansitiltakið við Ole Ivars í ítróttarhøllini Hálsi tann 6. februar, upp. Dátueftirlitið heldur, at málið er so prinsipielt, at tað varð lagt fyri Dáturáðið.
Men Dáturáðið sigur, at talan var um eitt tiltak, at endamálið við upptøkunum var journalistiskt og tí ger tað ikki meiri við málið.
Men Dáturáðið leggur afturat, at Dátueftirlitið er sostatt ikki rætti myndugleikin í hesum máli.
Møguliga er Fjølmiðlanevndin tann rætti myndugleikin at viðgera málið og kanska er tað eisini fevnt av grein 264 í revsilógini, um er um myndatøku.