Eingi tíðindi vóru í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan fimm, og høvuðstíðindasendingin klokkan seks varð heldur ikki send. Dagur og Vika verður heldur ikki í sjónvarpinum, og endursendingin av útvarpstíðindunum klokkan níggju verður heldur ikki send.
Orsøkin er, at tíðindafólkini í Kringvarpinum sita á fundi. Tey krevja at fáa svar frá Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, upp á skriv, tey hava sent henni, eftir at hon hevur givið Jón Briani Hvidtfeldt ætlanarskriv um uppsøgn.
Freistin, um Jón Brian Hvidtfeldt fekk at svara ætlanarskrivinum, gongur út í dag. Felagið Føroysk Fjølmiðlafólk, har Jón Brian Hvidtfeldt er limur, stuðlar honum. Men Jón Brian Hvidtfeldt er endaður í eini fakfelagsligari fløkju.
Sosialurin skrivar í kvøld, at Jón Brian Hvidtfeldt ikki er limur í Starvsmannafelagnum, so sum starvsfólk í Kringvarpinum annars eru. Hann og nøkur onnur starvsfólk í Kringvarpinum hava meldað seg úr Starvsmannafelagnum og upp í Føroysk Fjølmiðlafólk (sum fyrr æt Føroya Blaðmannafelag), sum er fakfelagið, sum hevur samráðingarrættin hjá teimum, sum starvast á bløðnum.
- Fyri Starvsmannafelagið er málið løgið á tann hátt, at fleiri starvsfelagar hjá Jón Brian Hvidtfeldt eru limir í Starvsmannafelagnum, og sum limir í Starvsmannafelagnum eru teir farnir upp á barrikadurnar vegna ein lim í Føroyskum Miðlafólkum, sigur Anna V. Ellingsgaard við blaðið.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum sigur við blaðið, at hon heldur ikki, at Starvsmannafelagið er partur í málinum, hóast talan er um teirra sáttmálaøki.
- Fyri meg sum fakfelagsforkvinnu sannførir hetta meg enn einaferð um, at øll miðlafólk eiga at vera í sama fakfelag, so vit standa sterkari, og hesum arbeiða vit eisini støðugt fram ímóti, sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í Føroyskum Miðlafólkum við Sosialin.