Kringvarpið fær ókeypis útvarpssignal í tunlar

Av tí at Kringvarp Føroya verður nýtt sum tilbúgvingarrás, rindar Landsverk fyri útgerð sum ger, at útvarpið hjá Kringvarpinum hoyrist í tunlungum kring landið

POLITIKKUR: - Endamálið við sendinetinum í tunlunum er, at netið verður nýtt til tilbúgvingarrás, sum politiið kann bróta inn á, tá ið hetta er neyðugt, sama hvørji rás, ið lurtað verður eftir. Harafturat verður netið brúkt til sam¬skift¬ið hjá sløkkiliðum og slúkrabilum í og út úr tunlunum.

Hetta sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum í svari til Sjúrð Skaale, sum hevur sett henni ein sokallaðan grein 52 spurning, har hann spyr, um Landsverk ger mun á Kringvarpi Føroya og privatum útvarpsrásum í sambandi við útvarpssignal inni í tunlum.


Landsverk ger sum norðmenn

Annika Olsen sigur, at Landsverk fylgir teimum normun, sum eru galdandi í Noreg.

- Eftir hesum verður ein sendikaðal lagdur í tunnilin og sendari knýttur at. Fyri at bilførararar skulu hava útvarps¬tólið tendrað, er neyðugt at okkurt verður sent. Í Noregi er tað almenna útvarpsrásin KNR, sum er tilbúgvingarrásin. Fyri hesa skyldu fær KNR tann fyrimun, at teirra sendi¬net verður víðkað inn í tunlarnar, sigur Annika Olsen.

Hon sigur víðari, at í Føroyum er Kringvarp Føroya tilbúgvingarrás, og uttan fyri tunlarnar er tað Mentamála¬ráðið, altso tað almenna, sum hevur fíggjað sendinetið. Í sambandi við tunlarnar hevur Landsverk fíggjað sendaran.

- Landsverk hevur boðið hinum privatu útvarpsrásunum at seta upp sendiútgerð í tunnlun¬um fyri egnan kostnað og at nýta antennuna, ið hoyrir til tunnilin ókeypis. Sostatt skulu privatu støðirnar bert gjalda og reka sjálvar sendararnar, og ikki antennuskipanina.


Tað almenna rindar fyri Kringvarpið

Sjúrður Skaale spyr eisini landsstýriskvinnuna, hvørja heimild tað byggir á, at munur verður gjørdur á privatum útvarpsstøðum og Kringvarpi Føroya í hesum máli.

Til tað sigur Annika Olsen, at eftir lógini um kringvarp hevur Kringvarp Føroya skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum.

- Sendarin sum stendur í sambandi við kaðalarnar í tunlum er partur av sendinetinum, og tá ið Kringvarp Føroya hevur nevndu skyldu, og at tað almenna fammanundan hevur ábyrgd¬ina av sendinetinum og fíggjar tað, er heilt natúrligt, at tað almenna eisini fíggjar henda partin av sendinetinum eisini, sigur Annika Olsen, sum tó heldur, at spurningur kanska kann setast við, um tað ikki var rættari, at Menta¬málaráðið fíggjaði henda partin, men í síðsta enda er tað landskassin sum rindar, sigur hon.

Viðvíkjandi privatum rásum, sigur Annika Olsen, at tær sítt egna sendinet, sum tað almenna ikki fíggjar.

- Tí er tað ikki natúrligt, at tað almenna skal gjalda fyri at gera og reka net til privatu sendi¬støðirnar í tunnlunum. Landsverk metir seg harafturat ikki hava heimild til at fíggja útgerð til privatar sendistøðir, uttan so at hetta beinleiðis verður heimilað í fíggjarlógini, sigur Annika Olsen.

Niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni er tí, at privatar rásir hava í boði at nýta sendiútgerðina í tunlunum, so leingi tað ikki førir útreiðslur fyri tað almenna við sær. Hetta merkir, at privatu rásirnar mugu sjálvar rinda fyri ta eykaútgerð, ið ger tað møguligt at senda.