Kringvarpið fær 3,5 milliónir afturat

Næsta ár skal Kringvarp Føroya fáa eina eykajáttan á 3,5 milliónir krónur, umframt vanligu játtanina á fíggjarlógina.

Tað ætlar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum.

Men eykajáttanin verður bara galdandi fyri næsta ár.

Samstundis fer hann alt fyri eitt at lýsa bygningin hjá Kringvarpinum í M.A. Winthersgøtu, har sjónvarpið húsast, til sølu.

Sostatt skulu øll starsvfólkini í sjónvarpinum í Sortudíki og øll sjónvarpsútgerðin, flytast niðan í Sortudíki.

Tá er alt virksemi og alt starvsfólkið savnað á einum staði, tí tað er ein sparing í tí.

Annars ásannar hann, at støðan, sum Kringvarpið er komið, er óneyðugt.

Men hann sigur, at sum støðan er nú, stendur Kringvarpið fyri eini ómetaliga truplari støðu,

Men eykajáttanin skal bjarga Kringvarpinum fyri at geva stovninum møguleika at laga virksemið til.

Síðani skal støða takast til, hvussu Kringvarpið skal skipast framyvir.

Tað ætlar landsstýrismaðurin at gera í semju við so nógvar flokkar á tingi, sum gjørligt og tí fer hann at taka allar flokkar við í tað arbeiðið.