Kringvarpið ein framman á

»Fjølmiðlanevndin gevur kæraranum viðhald í, at Kringvarp Føroya, í samband við sendingina »Brandfellurnar« og í samband við eftirfylgjandi innsløg í »Degi og Viku« ikki hevur fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið«.

Soleiðis ljóðar avgerðin hjá Fjølmiðlanevndini í kæruni hjá Tórshavnar kommunu um sendingina »Brandfellurnar«, sum sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendi í mai í fjør, og brot, send í »Degi & Viku« eftirfylgjandi um sama evni, seinast 22. juni 2012.

Tórshavnar kommuna kærdi sjónvarpið og sjónvartsvertin, Jan Lamhauge um hesi viðurskifti, og Fjølmiðlanevndin hevur í viðgerð síni og avgerðini rættiliga givið sjónvarpinum ein undir vangan, fyri ikki at hava hildið seg til góðan fjølmiðlasið.

Kringvarpið valdi ikki at taka kæruna til eftirtektar, og tað førdi so til, at málið endaði á borðinum hjá Fjølmiðlanevndini, sum týsdagin viðgjørdi og tók avgerð í málinum.