Svenska krúnprinsessubrúdleypið leygardagin fer eisini at merkjast í skránni hjá Kringvarpinum. Hóskvøldið og fríggjakvøldið verður stuttrøð um Victoriu og Daniel víst. Leygardagin, tá brúdleypið verður, samsendur Kringvarpið við DR1 og fylgir við, hvussu leikur fer í svenska høvuðsstaðnum Stockholm.
Sendingin byrjar klokkan13.30 og heldur áfram allan seinnapartin.