Føroysku politisku flokkarnir ætla at brynja seg innan nýggja miðilin, alnetið, til komandi løgtingsval, sum verður í seinasta lagi um 176 dagar. Alneitið sum miðil er ein kappingarneyti hjá verandi traditionellu miðlunum, bløðunum, útvarpi og sjónvarpi. Serliga hjá seinnu nevndu.
Men kringvarpið hevur í løtuni ongar ætlanir at skapa eina nýggja heimasíðu a-la MySpace ella YouTube, og fylgja tí ikki slagorðinum: »If you can’t beat them, join them«.
Hinvegin ætlar ÚF heldur at taka kappingina upp, skilt á tann hátt, at teir fara at gera nógv meiri við sína egnu heimasíðu.
- Vit hava eitt stórt potentiali, sum vit ikki hava brúkt enn. Og vit arbeiða støðugt at betra um tilboðið til okkara kundar við livandi myndum og ljóði á alnetinum, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya.
Hann vísir á, at oyggjaleikirnir í so máta vóru ein forleypari til hetta, eitt slag av royndarvirksemi.
Jógvan Jespersen sigur eisini, at heimasíðan hjá kringvarpinum í løtuni liggur sum nummar trý á yvirlitinum hjá Gallup yvir vitjaðar heiimasíður. Samstundis er henda heimasíðan hin einasta, sum ikki er kommersiell, tí teir hava ikki loyvi at hava lýsingar á sínari heimasíðu.
Sum sagt so hevur kringvarpið í løtuni ongar ætlanir, ið hella móti einum MySpace-konsepti, tað hava tey als ikki tosað um, sigur Jógvan Jespersen. Hinvegin ætla teir sum nevnt at útbyggja verandi heimasíðu.
- Tað hevði verið ynskiligt, at kunna bjóða kundum okkara atgongd til søvnini hjá kringvarpinum. Men tað kostar sum kunnugt nógvan pening at digitalisera tey, og tað er ein fortreyt fyri, at kunna bjóða hesa tænastuna, sigur Jógvan Jespersen.