Mikudagin bar Kringvarpið tey tíðindi, at ein ES-dómur forðar donsku løgregluni at goyma upplýsingar um telesamskifti hjá borgarum.
Í tíðindabrævi í hósmorgunin skrivar løgmaður soleiðis:
»Kringvarpið varð í gjár kunnað um, at ES-dómurin als onga ávirkan hevur á broytingarnar í rættargangslógini, men Kringvarpið valdi ikki at taka hesar upplýsingar við í viðgerðini í gjár«.
Vit kunnu so bara staðfesta, at Kringvarpið – sambært løgmanni, ikki aktar boðini úr Tinganesi.