Kringvarp, gransking og tjóðararvur

Í teimum fyrstu summarmánaðinum í ár, fekk ein í Dimmalætting fleiri ferðir høvi at lesa um, hvussu ein stórur partur av tí elsta føroyska sjónvarpstilfarinum hjá SVF liggur í vanrøkt og forferst.

"Hetta er bæði synd og skomm, og her skal okkurt munagott gerast sum skjótast" vóru øll samd um, sum úttalaðu seg um málið.
Mær vitandi er einki munagott gjørt enn, og tað er spell, tí kringvarpstilfar og annað talgilt (elektroniskt) tilfar er ein sannur fongur fyri tey, sum granska og hava áhuga í føroyskari samtíðarsøgu, og ikki minst ein gullpottur fyri komandi ættarlið, ið ynskja at kunna seg um og granska í samtíð okkara.
Tíverri er nógv av tí elsta føroyska kringvarpstilfarinum longu fari fyri skeyt-ið, hugsa bara um øll tey yvirspældu bondini hjá Útvarpi Føroya, og sum fyrr nevnt eru eisini at partar av føroyska sjónvarpstilfarinum á veg inn í gloymskunar søgu. Vit hava stutt sagt sjofla okkum ein stóran part av tjóðararvi okkara burtur, og tað tykist sum hetta skilið ótarnað sleppur at halda áfram.

Farið er farið, men hví standa vit í hesi støðuni ?
Í løgtingslóg um kringvarp v.m., kann hetta lesast:

§ 15. Útvarp Føroya hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum sendingum í minsta lagi í 3 mánaðir?

§ 27. Sjónvarp Føroya hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum sendingum í minsta lagi í 3 mánaðir?

Soleiðis er støðan í dag - tað eru Úf og Svf, sum av sínum eintingum velja, hvat kringvarpstilfar skal goym-ast og hvat skal gloymast. Úf og Svf hava nógvar týdningarmiklar uppgávur, men sum hesi "lógarbrotini" vísa, er uppgáva teirra ikki at agera tjóðgripasavn og tað eiga teir heldur ikki gera.
Í einum notati frá Landsskjalasavninum, "Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn" verður skrivað:
"Viðvíkjandi Útvarpi og Sjónvarpi: Sum er er einki, ið tryggjar, at framleitt tilfar hjá ÚF og SVF verður varðveitt. Stovnarnir hava tó sjálvsagdan áhuga í, at hetta tilfar verður goymt fyri at tryggja tað sum grundtilfar, men einki er, ið tryggjar øðrum nýtslu og atgongd. Her skal reglan um upprunarætt og ogn hjá journalistum og framleiðarum sjálvandi eisini havast í huga. LSS hevur við lógini um LSS trygd fyri, at umsitingarligi parturin verður varðveittur og lýstur, men sama ger seg ikki galdandi fyri programpartin."
Men hvør eigur so at varðveita programpartin av tí føroyskt kringvarpstilfarinum og tryggja m.a. granskarum atgongd til hetta tilfarið?
Vit eiga eina lóg, sum ikki verður tikin fyri fult, hvørki av mentamálaráðnum ella av okkara Løgtingi: "LØGTINGSLÓG UM BÓKASØVN"
Í henni stendur m.a.
§ 23. Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur?.
§ 24. Av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.
Sólaarklár tala, lógin til varðveitslu av kringvarpstilfari fyriliggur. Stovnurin, ið eigur at varðveita programpartin av tilfarinum hjá SVF, ÚF og hinum útvarpsrásinum, og gera at hetta tilfari atgongiligt, er Føroya Landsbókasavn.

Men hví hevur so Føroya Landsbókasavn ikki eina einasta hyllametur av kringvarpstilfari ?
Svarið er, at hesin parturin, sum so mangir aðrir av Løgtingslógini um Bókasøvn, liggur steindeyður. Landsins mynduleikar tykjast ikki at hava nakað søguligt medvit og hava ikki játtað Landsbókasavninum tann neyðuga peningi fyri at seta hendan partin av lógini í verk, men tað, at peningajáttanir og lógarkrøv ikki eru náttúrligir fylgisneytar, tá tað snýr seg um føroyskt lógarsmíð, er jú einki ókent fyribrigdi.

Hvussu tryggja vit so í framtíðini tað føroyska kringvarpstilfarið ?
Svarið er, at landsins mynduleikar skulu bara taka "Løgtingslógina um bókasøvn" í álvara, og játta Landsbókasavninum ta evarska lítlu upphædd á komandi løgtingsfíggjarlóg, sum krevst fyri at farast kann í gongd við at varðveita hendan týdningarmikla partin av tjóðararvi okkara.
Hetta ljóðar kanska í so simpult, men længere er den ikke.

Hvussu gera tey í øðrum londum ?
Í grannalondum okkara standa bókasøvnini eisini fyri varðveitslu av kringvarpstilfari, og hetta er í dag vanlig parksis í londum kring allan heim. Tað er ikki heilt tilvildarligt at so er, tað finnast nemligani eitt ótal av grundum til at bókasøvnini standa fyri hesum arbeiðinum. Ein grund av mongum er, at tá man snakkar um at varðveita og útbreiða verk á bókasøvnum, so er tað fyrst og fremmst innihald, man hugsar um, og ikki í hvørjum miðli eitt verk liggur í. Bókin er bara ein av mongum miðlaberum á bókasøvnunum í dag, kringvarpstilfar er ein annar. Ein onnur grund til at tjóðbókasøvnini avheinta kringvarpstilfar er, at tað er lítil trygd í, at einans stovnarnir sjálvir goyma sítt tilfar - hugsa tær - hvis tað kom eldur í SVF í morgin, hvat høvdu vit ikki mist av tilfari, sum hevur alstóran týdning bæði fyri sam- og eftirtíð okkara ?.

Sum Rasmus Effersøe segði:
"Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal"

Við vón um, at ikki bara okkurt, men at tað rætta verður gjørt í hesum málinum.