Kringvarp Føroya sendir 32 dystir frá EM í fótbólti

Føroyingar verða ikki snýttir fyri EM-fótbólt í summar. KVF vísir 32 dystir.

Tilsamans eru 51 dystir, og Kringvarpið hevur fingið rættindini at vísa 32 av teimum – somu dystirnar, sum DR sendir. Fyrsti dysturin verður Turkaland – Italia komandi fríggjakvøld kl. 20.00.

 

Fyribils eru dystirnir niðanfyri settir á skrá. Nakrir dystir verða spældir samstundis, so Kringvarpið arbeiðir við at tillaga og dagføra skránna.

 

Leygardagin 12. juni: Wales – Sveis – verður sendur eftir kappróðurin

 

Leygardagin 12. juni: Danmark – Finnland – verður sendur eftir kappróðurin

 

Sunnudagin 13. juni kl. 17.00: Eysturríki – Norðurmakedonia

 

Sunnudagin 13. juni kl. 20.00: Holland – Ukraina

 

Mánadagin 14. juni kl. 20.00: Spania – Svøríki

 

Týsdagin 15. juni kl. 20.00: Frakland – Týskland

 

Dystir verða sendir kl. 14, kl. 17, og kl. 20 føroyska tíð.