Kringvarp Føroya: Tíðindini ikki til sølu

? Eingin kann keypa sær tíðindaflutning, óansæð hvussu víkur og vendir. Tað sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarp Føroya Í gjár var ráðstevna í Norðurlandahúsinum um framtíð Føroya í evropeiskum samanhangi. Í tí sambandi høvdu fyriskipararnir fingið kenda norska politikaran Thorvarld Stoltenberg til Føroya at halda fyrilestur.

Tað hevur stórt tíðindavirði, at slíkur maður kemur til Føroya, og sjálvsagt vilja allir tíðindamiðlar hava teimum tíðindunum.

Men seinastu dagarnar hava fleiri søgur gingið um, at fyriskiparin av ráðstevnuni, Óli Samró, skal hava fingið ókeypis lýsingar í Kringvarpinum afturfyri at fyriskiparin skuldi senda Kringvarpinum tíðindi av ráðstevnuni.

Tað vil siga, at antin hevur Kringvarpið keypt tíðindi frá Óla Samró, og latið honum ókeypis lýsingar afturfyri, ella hevur Óli Samró keypt sær ókeypis lýsingar við at lova Kringvarpinum tíðindini av ráðstevnuni.

Men hesum vil kringvarpsstjórin als ikki vita av.

- Eg havi ongar viðmerkingar umkring lýsingarnar yvirhøvur. Eg stýri heldur ikki tíðindaflutninginum í Kringvarpinum, og eg havi annars onga viðmerking til slíkt yvirhøvur. Hvør tíðindaflutningurin er, má tú tosa við tíðindaleiðaran um, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarp Føroya.

- Eg kann bara staðfesta, at politikkurin hjá Kringvarp Føroya á tí økinum er, at eingin kann keypa sær tíðindaflutning og at vit selja ongum lýsingar fyri at keypa tíðindi frá teimum, slær Annika Mittún Jacobsen fast.