Kringvarp Føroya – nýtt fólk á brúnni

1. oktober tók nýggj leiðsla við í Kringvarpi Føroya. Tey fimm saman við stjóranum hava nú ábyrgdina av at geva føroyingum gott útvarp og sjónvarp. Tillukku við starvinum og góðan arbeiðshug

Spennandi verður, hvussu Kringvarpið fer at vera við nýggju leiðsluni og nýggja stjóranum, sum tók við starvinum í vár.

Nógv hevur verið tosað og skrivað um tað fyrisitingarliga hjá Kringvarpinum síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman. Nú er vónandi komið á mál. Tíðin er komin at geva okkum øllum eitt fjølbroytt og innihaldsríkt kringvarp.

Sum kunnugt verður stórur partur av Kringvarpinum fíggjað við hyggjara- og lurtaragjaldi. Vit eru sostatt øll við at gjalda fyri Kringvarpið. Soleiðis hevur tað altíð verið, síðani vit á fyrsta sinni fingu útvarp og seinni sjónvarp.

Á politiska økinum verður tikið til, at skulu vit valda so skulu vit eisini gjalda. Tá ið tað er talan um Kringvarpið so letur til, at hyggjarin og lurtarin bert skal gjalda. Vit hava nakrar stovnar her á landi, sum lata tey sum gjalda verða við, har avgerðirnar verða tiknar t.d. SEV og Sjúkrakassin. Men fyri Kringvarpið skulu vit bert gjalda.

Í Føroyum finst bert eitt skipa hyggjara- og lurtarafelag: Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, KLH, sum varð stovnað í 1959. Síðani felagið varð stovnað, hevur tað fylgt við í útvarps- og sjónvarpsarbeiðinum. Felagið hevur verið umboðað í útvarps- og sjónvarpsnevndum hesi mongu árini heilt fram til 2006, tá ið nýggja Kringvarpslógin varð sett í gildi. Við nýggju lógini gekk hetta ikki longur. Hetta harmaðist felagið sjálvandi um, tí hildið varð, at tað var rímiligt, at einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelagið í landinum kundi verið umboðað í stýrinum fyri Kringvarpið. Men tað hildu tey ikki, sum gjørdu nýggju Kringvarpslógina.

Nú hevur nýggja leiðslan í Kringvarpinum lagt frá landi. Tað er okkara vón, at leiðslan livir upp til galdandi lóg, har tætt samband verður millum leiðslu, lurtara og hyggjara. Spennandi verður, hvussu vinalig leiðslan fer at vera móti lurtaranum og hyggjaranum, tá ið talan er um hugskot, opinleika og ávirkan.

Tað er ikki nóg mikið bara við einum góðum vilja, men vón okkara er, at leiðslan ger nakað ítøkiligt at skipa soleiðis fyri, at góð hugskot frá hyggjarum og lurtarum verða viðgjørd í álvara, og at fólk í Kringvarpinum verða sett til at gera hugskotini til veruleika saman við lurtaranum og hyggjaranum.

Hetta er eisini í tráð við galdandi Kringvarpslóg, har tað m.a. verður sagt verður sagt um Public service – skyldur... at

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. (§10) … og umframt egnar sendingar kann Kringvarp Føroya eisini kringvarpa sendingar, ið onnur framleiða (§12).

Nýggjur stjóri, nýggj leiðsla. Vit liva eisini í vónini, at nú verður eisini hugsað nýtt og fjølbroytt í Kringvarpi Føroya.

Góða eydnu!