Kringur klaksvíkingur 50 ár

Mánadagin í vikuni fylti KÍ-arin Jógvan Linklett fimmti. Føðingardagin helt hann saman við konu, børnum og abbabørnum í Danmark.

Jógvan Ósá tók til í eini grein í Sosialinum herfyri, hvussu hann upplivdi fótbóltsdystir. "Vit verða øll javngomul, tá ið vit hyggja eftir einum fótbóltsdysti......", skrivaði hann millum annað. Sera beinrakið tikið til.


Vit skriva 1958. Í juli mánaða er nógv sól, men hoyterrin ringur. Fara vit aftur í árið, góðskrivast februar fyri 36 sóltímar. Men tað er týsdagin 18. februar at Adelborg og Kiss fáa fyrsta barnið, sum er ein drongur og skjótt verður uppkallaður eftir abbanum í Klaksvík og beiggja Adelborg, ið gekk burtur undir krígnum við Morning Star. Teir vóru einnevndir.


Í einari grein um Jógvan, ið vil nakað, hava vit blaðað í ítróttarteigin hjá Árna Dahl í Dimmuni 1. juli 1975. Her er umrøða av dysti millum HB og KÍ í Gundadali. Yvirskriftin er: "Endiliga ein góður landskappingardystur". Niðriundir aftur stendur: "Jógvan Linklett, KÍ, stóð fyri málmansavriki, sum sjaldan - helst ongantíð - er sæð fyrr í føroyskum fótbólti." Jú, rósandi orð um roynda úrmælingin í Klaksvík, ið vardi málið hjá KÍ í sjeyti- og ein part av áttatiárunum. Alt hevur sína tíð, eisini yrkisleiðin í einum fótbóltsmáli. Men minnini liggja eftir, bæði góð, spennandi og stuttlig.


Óvitarnir møttu mannsterkir upp, tá Jógvan við hálvlongum hári, skuldi verja málið hjá KÍ. Hetta var jú Jógvan hjá mostir ella Jógvan hjá fastir. Høgt gingu teir upp í dystirnar, ja, alt sum Jógvan gjørdi undir dystinum, varð endurgivið, til ein nýggjur dystur tók við. Hesir vistu einki um graslíkisvøll og myndatøkur, ið nú verður sent mánakvøld í SVF. Nei, teirra upplivingar søgdu alt. Hesir vandnu eygleiðarar eru nú farnir í ymsar ættir, men eftir standa avrikini, ið Jógvan framdi, og sum teir enn dagin í dag minnast aftur á við stjørnum í eygunum.


Fara ikki skeiv, tá vit siga, at bæði Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, báðir framúr góðir málverjar, hava tikið til, at framfýsni málverjin hjá KÍ Jógvan Linklett eggjaði og helt teimum til. Jógvan hevði prógvað, at komast kundi langt.


Úr greinini 1. juli verður endurgivið: Leikliga størsti einstaklingur í hesum góða dysti, var hóast tapið, KÍ-málverjin Jógvan Linklett, sum við sínum 17 árum leikar meistaradeildarfótbólt við undantaksloyvi, tí hann er ov ungur. Tað hann bjargaði var ótrúligt, og hann gjørdi tað við tryggleika og sjálvsáliti, sum er sjaldsamt at síggja hjá so ungum leikara - ja, hetta var snøgt sagt avrik á alheimsstøði. Hetta eru stór orð søgd um so ungan mann - men tey eru søgd í tí treysti, at hann tolir at hoyra tey, lítillátin og dámligur sum hann er - ein leikari, sum eg veit tekur uppgávu sína sera álvarsliga.


Soleiðis stóð skrivað. Eitt afturhvarv, ið øll orsøk er til at taka fram, nú tær ikki krevst nakað undantaksloyvi til ein dyst. Tað ger einki, um vit endurgeva tínar dygdir, nú fótbóltur um stutta tíð setir dagsskránna í bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Tá tú var upp á tað besta, var ítróttaumrøðan í bløðunum minimal týsdagar um summarið, og var tað Árni Dahl, ið stóð fyri tí.


Til lukku Jógvan! Best minnast vit teg við longum hári, tá tú beindi bóltarnar burtur. Góðar løtur, ið vit gjarna ganga aftur á, nú eitt so gott høvi býðst. Góða heilsu framyvir.


Umrødda dystin vann HB móti KÍ 1-0. Eyðfinn Lamhauge skeyt málið í 88. min. við yndisfótinum, hinum vinstra :(


Góðar heilsur


B36- KÍ viðhaldsfólkini í Havn