Fyritøkan Gaia Seafood í Noregi sendir feskar og frystar fiskavørur kring um heimin.
Fyritøkan byrjaði sítt virksemi fyri fimm árum síðan, og síðan tá er umsetningurin øktur úr 12,1 miljónum krónum uppí 440,5 miljónir norskar krónur.
Tað er Adresseavisen í Tróndheimi, sum ber hesi tíðindi.
Átta fólk sita á skrivstovuni hjá Gaia Seafood og selja norskar fiskavørur til umleið 25 lond kring um heimin.
Hesi fólkini selja soleiðis fyri umleið 55 miljónir norskar krónur hvør um árið.