Kring jørðina at stuðla barnabýi

Ein ungur sveitsari er ávegis kring heimin at útvega pening til ein barnabý í Vietnam.
- Eg vóni eisini, at føroyingar vilja stuðla hesum barnabýnum, sigur Torben Reichmuth.

- Eg eri sera fegin um at eg umsíðir kundi byrja hesa ferðina, og eisini koma til Føroyar. 
- Og tá eg so samstundis kundi samantvinna hana við stuðli til eitt gott endamál, kann eg ikki kalla tað annað enn eini serrættindi, sigur 27 ára gamli Tobias Reichmuth.
Endamálið við ferðini er at vitja lond í øllum heimspørtum, samstundis sum hann savnar inn pening til ein SOS Barnabý í vietnamesisku bygdini Ca-Mau.
Ferðin er skipað soleiðis at fólk kunna tekna seg fyri eini upphædd sum stuðul  í hesum føri t.d. eina euru fyri hvønn koyrdan kilometur.
Hann er í løtuni staddur í Íslandi, og hevur higartil koyrt 2413 kilometrar. Skal ein ganga eftir gjaldoyrakursinum kann hann longu nú hava savnað 17.856 føroyskar krónur til henda barnabýin í Vietnam.
Hetta er sjálvandi nógv í okkara landi, men man hava nógvar ferðir meiri virði í  tí fjarskotna landinum har eysturi.
Sambært tíðarætlanini hjá Tobiasi kemur hann at ferðast í Vietnam í september mánaði komandi ár.
Tobias legði annars leiðina úr Sveits í farna mánaði út á eina ferð kring allan heimin við bili sínum. Ferðin tekur íalt tvey ár.
 
20.000 eurur
Tey seinastu 10 árini hevur Tobias sæð fram til dagin, tá hann kundi leggja til brots við jeepi sínum norðureftir í Europa.
Hann hevur hesa tíðina lagt ætlanir um hesa ferðina, og hevur ikki minst arbeitt sum ein hestur at útvega sær fígging til hesa tvey ára longu ferðina.
Millum stuðulin til ferðina er peningur, hann hevur fingið í føðingardagsgávu hesi seinastu árini. Hann vildi heldur hava pening til ferðina enn gávur!
- Soleiðis havi eg útvegað mær alla fíggingina til sjálvan koyritúrin. Tað sum eg fái inn við kilometur-stuðlinum fer beinleiðis til barnabýin í Vietnam.
- Tað hevði verið ordiliga cool um eg íalt fekk savnað 20.000 eurur til endamálið, greiðir Tobias frá.
Eftir stuttan steðg í Føroyum legði hann aftur frá landi til Íslands, og síðani gongur leiðin til New Foundlands.
 
 
 
FAKTA
 
Kring jørðina í 730 dagar
Tobias Reichmuth fór úr Sveits 1. mai í ár og ætlar at vera aftur í heimlandinum summarið 2008.
Hava fólk áhuga at stuðla ferðini ella bert fylgja við, hvussu gongst Tobiasi á tvey ára longu ferð síni, kann hetta gerast á heimasíðu hansara www.panmundo.com