Kring Jørðina í 80 tímar

Amerikanski ríkmaðurin Steve Fossett ætlar sær at flúgva einsamallur kring Jørðina uttan at millumlenda og uttan at taka brennievni

Í morgin ella hósdagin fer tann 60 ára gamli millióningurin Steve Fossett á flog í flogfari sínum Virgin At-lantic Global/Flyer. Ferðin byrjar í amerikanska statinum Kansas, og leiðin gongur eystureftir.
Virgin Atlantic Global/ Flyer kann flúgva 450 kilometrar um tíman. Flogfarið hevur 17 brennievnis-tangar, og veingjaspennið er 35 metrar. Meginpartin av ferðini skal tað flúgva í 52.000 fóta hædd.
Gongst sum ætlað, verður Steve Fossett tann fyrsti, sum hevur flogið einsamallur kring Jørðina uttan at millumlenda og uttan at taka brennievni á ferðini. Men tað verður ikki hansara fyrsta met. Fyri trimum árum síðani var hann tann fyrsti, sum fleyg kring knøttin í ballón uttan at millumlenda, og í fjør nýtti hann 58 dagar til at sigla kring Jørðina, og tað er met. Hann er eisini tann, sum hevur siglt skjótast í seglbáti tvørtur um Atlantshavið.
Steve Fossett sigur, at flogferðin við Virgin Atlantic Global/Flyer fer ætlandi at taka 80 tímar. Tann seinasta ferðin av hesum slagnum var í 1986, men ta ferðina vóru tveir menn í flogfarinum, og ferðin tók meiri enn níggju samdøgur.