Kring jørðina í 60 minuttir

Støkk vann Fimleikafagnaðin 2006. Men stóri vinnarin varð enn einaferð fimleikurin, har breiddin nú tykist størri, enn hon nakran tíð áður hevur verið

Fimleikur

11. Fimleikafagnaðurin varð hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, har fýra feløg kappaðust um at geva bestu myndina av evninum, sum hesa ferð stóð á uppgávulepanum.
Tað evnið var »Ein ferð kring jørðina«, og í eitt korter skuldu feløgini so við rørslum, ljósi og tónleiki skapa eina mynd av sínari ferð gjøgnum heimin.

Bundið evnið
Júst valið av evninum tóktist onkursvegna at gera, at framførslurnar hesa ferð vóru nógv líkari, enn tær áður hava verið. Tí við einum korteri at lýsa evnið, var sum so avmarkað, hvat kundi leggjast afturat, tá obligatoriska vitjanin til teir sjey heimspartarnar var av. Uttan at hetta skal misskiljast sum nakað negativt, so gjørdist talan tí í nógvar mátar um, hvat lið hevði vakrasta Eiffel-tornið ella frítheitsgudindu.
Í so máta vórðu kreativu evnini latin í ein hampuliga stramman ham – ikki minst, sum sammett verður við bíliusøgu, sum var evnið fyri tveimum árum síðani.
Og hóast tað eisini varð algt upp til, at siðir og mentan skuldi lýsast, so var tað sjáldan, at hetta veruliga kom til sín rætt. Vit sóu Samba á Copacabana, eins og brasilskur fótbóltur eisini var á skránni. Og vit fingu eisini cowboyu’arar og indianarar úr USA. Grindaboð, kung-fu og suðureuropisk havnamentan vóru eisini at síggja, men stórt sæð varð landafrøðin tann dominerandi kraftin, og tað var kanska eitt sindur spell. Í øllum førum forðaði hetta eitt sindur fyri abstrakta partinum av framsýningunum, sum til tíðir kanska hevur verið mest hugtakandi parturin av øllum.

Høgt støði
Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at talan kortini var um eina hugtakandi framsýsning í Norðurlandahúsinum.
Ikki minst tóktist tað vera ein breið fatan, at støðið hjá liðunum sum heild var væl hægri, enn tað áður hevur verið. Fleiri ferðir hevur spurningurin um vinnaran bara snúð seg um Støkk ella Havnar Fimleikafelag, og hóast heiðurin í ár fór til Støkk, so var talan á ongan hátt um somikið stóran mun, sum tað onkra tíð hevur verið.
At tað so kortini gjørdist Støkk, sum stóð sum vinnari, hevði tó sínar greiðu orsøkir. Fyrst og fremst, so var teirra framførsla onkursvegna tann ruddiligasta. Ivi var ongan tíð um, hvar í heiminum tú ferðaðist, tá fimleikararnir sera ítøkiliga bóru áskoðaran á ferð sína.
Og so skaraði liðið hjá Støkk eisini framúr hvat búnum víðvíkur. Hvussu nógvar konur kring Skálafjørðin hava sitið við seymimaskinurnar seinasta hálva árið, er ikki gott at vita, men tær hava heilt víst verið sera nógvar í tali.

Fimleikurin vann
Hetta var helst við til at vissa Støkk ferðasteypið, sum felagið nú eigur eftir fimm sigrar, og í so máta kundu tey fara errin aftur til Runavíkar.
Men einki av hinum feløgunum hevði nakra orsøk at lúta. Fimleikafagnaðurin 2006 var livdi fyrst og fremst upp til navnið. Fimleikurin varð her fagnaður, og í so máta var tað fimleikurin, sum stóð eftir sum vinnarin.