Kring Føroyar byrjar í dag

Vinnarin seinastu fýra árini er ikki við í ár.

Aftur í ár verður Kring Føroyar á skránni. Kring Føroyar súkklukappingin er samansett av fimm teinum, og í ár verður kappast í døgunum frá 18. til 22. juli. Hetta er 20. ferð, at skipað verður fyri hesi súkklukappingin runt Føroyar.

 

Teinarnir verða koyrdir um næstan alt landið. Frá Vágunum til Norðoyggjar, frá Eiðisskarð í norði og Sumba í suður. Teinarnir eru allir á leið 100 km hvør fyri tey, ið súkkla í Opna bólkinum, tað vil siga góðar 500 km tilsamans.

 

Kvinnur, unglingar og motionistar koyra eisini í fimm dagar, men koyra nakað styttri, umleið 250 km tilsamans.

Greitt er, at ein nýggjur vinnari skal finnast. Torkil Veyhe, sum hevur vunnið Kring Føroyar fýra tey seinastu árini, hevur givið avboð í ár. Hann fyrireikar seg til PostDanmark Rundt og er tí á venjingarlegu í Italia.

Les eisini Torkil givið avboð

Í dag verður byrjað í Gásadali á miðdegi. Koyrt verður úr Gásadali og móti Sandavági, gjøgnum undirsjóvartunnilin, Kollafjarðardal og so norður eftir Streymoynni, yvir um brúnna við Streymin, gjøgnum Norðskálatunnilin, suður millum Fjarða, upp um Gøtueiði, síðani til Leirvíkar, gjøgnum undirsjóvartunnilin og á mál í Klaksvík

 

Kvinnurnar, unlingar og motiónistar byrja við Effostøðina í Kollafjarðardali, eisini á miðdegi.

 

Væntandi verður komið á mál um fýra-tíðina seinnapartin.

 

Í morgin stendur Sandoy á skrá. Byrjan og endi er við Hotel Skálavík. Byrjað verður á miðdegi og liðugt umleið klokkan 16. Koyrt verður úr Skálavík til Skopunar, síðani suður til Húsavíkar, til Dals, aftur til Húsavíkar og so á mál í Skálavík. Hesin teinurin skal koyrast tvær ferðir. Kvinnurnar, unglingar og motiónistarnir koyra teinin einaferð.

 

Fríggjadagin skal Suðuroyggin koyrast á tamb. Byrjað verður á Tvøroyri, síðani verður koyrt til Fámjins og so um Hovsegg til Vágs, Lopra og Sumba. Síðani verður vent norðuraftur og koyrt verður aftur um Hovsegg aftur á Tvøroyri. Byrjað verður klokkan 15.30 og liðugt umleið 19.30.

 

Kvinnurnar, unglingarnir og mosjónistarnir súkkla av Tvøroyri gjøgnum Hovstunnilin til Lopra og norður aftur.

 

Leygardagin stendur Eysturoyggin fyri tørni. Koyrt verður úr Runavík klokkan 13 til Hellurnar, Elduvíkar, Funnings og Gjógv. Síðani um Eiðisskarð til Eiðis og Norðskála, gjøgnum Norðskálatunnilin út á Toftir, síðani runt Agnið og so í mál í Runavík umleið klokkan 17.

 

Kvinnur, unglingar og mosjónistar fara úr Runavík norður til Eludvíkar, so suður aftur á Toftir og runt Agnið aftur til Runavíkar.

 

Sunnudagin, seinasta dagin, er tað Streymoy, sum skal roynast. Koyrt verður úr Havn klokkan 13 og komið verður á mál eisini í Havn umleið fýra tímar seinni. Teinurin er úr Havnini gjøgnum Kaldbakstunnilin og norður til Saksunar og so sama tein suðuraftur.

 

Kvinnur, unlingar og mosjónistar súkkla úr Havn norður til Hvalvíkar at venda og so suður aftur.