Í nýggju bókini, sum hevur heitið Tað, sum fer at henda, ganga vinkonurnar Nora, Vilborg, Benadikta og Trina í tíggjunda flokki. Í flokkinum gongur eisini sjarmørurin Nick, sum er elskuligur, men eisini gátuførur… Nú bilgist óttin fyri at vera øðrvísi í Trinu. Hon skúgvar kenslurnar fyri Vilborg burtur og leggur í staðin alla orku í at koma saman við einum dreingi. Um somu tíð royna Nora og Nick at menna eitt parlag sínámillum, uttan at nakar annar fær frænir av tí.
Men sum vit minnast, byrjaði alt í níggjunda flokkin, tá ein ung genta verður funnin deyð, rekandi á lítla vatninum í Djúpadali. Hon er nakin og ballað inn í plast. Vit fáa at vita, at tann deyða er ein av fýra vinkonum – Vilborg, Benadikta, Nora ella Trina. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur eftir, og vit sleppa at fylgja við í gongdini framman undan morðinum:
Forelskilsi og óhugni
Tá ið tíggjundi flokkur byrjar eftir summarfrítíðina, fáa tey eina nýggja lærarinnu, Sunnvá Viksveen, sum fjeppist uppi í dreingjunum, men speirekur genturnar. Nora, Vilborg, Benadikta og Trina seta sær fyri at revsa Viksveen eitt sindur. Tær fara út til húsini, sum hon leigar, mitt í skóginum. Tað vil so til, at tær síggja Viksveen lata seg í og gita, at hon hevur fingið sær eitt fríggj við einum manni. Vinkonurnar smoyggja niður um seg og vísa rumpuna beint upp í stovuvindeygað - og rýma. Tá ið hon rennur burtur, sær Nora í einum glotta ferilin av einum fólki inni í húsunum. Tað einasta, hon sær týðiliga, er ein tatovering á arminum oman fyri alboga á viðkomandI – eitt reytt k.
Ein nýggjur drongur kemur eisini í flokkin: Nick. Hann er fosturbarn og eitt ár eldri enn hini. Nógvar søgur ganga um hann – millum annað, at hann er kriminellur, og at hann hevur neyðtikið eina gentu. Men bæði Benadikta og Nora verða báðar forelskaðar í honum.
Í einari veitslu togar Benadikta Nick við sær inn í eitt kamar á loftshæddini. Hon roynir at lokka hann, men hann sigur nei. Hann hevur fingið hug á Noru. Benadikta svør so dýran, at hetta skal hon níva honum aftur. Lítla løtu eftir tað møtast Nora og Nick í gongini uttan fyri kamarið. Beint tá ið tey skulu kyssast, sær Nora, at hann hevur eina tatovering – eitt lítið, reytt k. Tað var hann, sum var hjá Viksveen. Nora avtalar kortini at fara í biograf saman við honum seinni, men tey mugu gera tað í loyndum, so at Benadikta ikki fær frænir av tí, og vinalagið millum Noru og Benadiktu verður spilt.
Nakinmyndir á netinum
Í somu veitsluni mussast Vilborg og Trina. Tær báðar verða forelskaðar, men alt verður oyðilagt, tá ið Sunnvá Viksveen tekur tær á bóli í einari heitari hálsfevning í skóginum. Viksveen roynir at kroysta tær til at gera nakað fyri seg – ella er tað við seg? Trina verður ræðslusligin og sigur nei. Hon slær Vilborg og sigur, at hon angrar tað, sum tær hava gjørt.
Nú sendir Benadikta myndir av sær sjálvari naknari til ein, ið kallar seg Wolfman, og sum setur seg í samband við hana á internetinum. Hon fjalir andlitið á sær og heldur seg vera navnleysa á netinum, men tað vísir seg, at Wolfman veit, hvør hon er…
Og niðurteljingin heldur fram – til tann dagin, tá ið antin Nora, Benadikta, Trina ella Vilborg skal doyggja. Men tá ið fyrsta morðið hendir – sum snarljós av klárum himli – tá er tað ein heilt onnur, sum má lata lív. Ein, sum stendur teimum fýra gentunum nær ...
FAKTA
Kjetil Johnsen (f. 1966) er viðgitin norskur ungdómsrithøvundur. Bøkur hansara eru óvanliga væl dámdar í Noregi og hann gjørdist serliga kendur fyri sínar 18 metsølubøkur við felagsheitinum “Tusen biter”.
Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina, og útgevari er forlagið Nýlendi. Næsta bókin í røðini eitur Ballað inn í plast og hon kemur út í mars mánað í 2009.
Bókarøðin 3 vinkonur er serliga ætlað ungum millum 12 og 16 ára aldur. Henda nýggjasta bókin, Tað, sum fer at henda, er 192 blaðsíður og fæst í øllum bókabúðum fyri 100 krónur.