Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur enn einaferð givið út nýggja bók. Tað er Bergur Rasmussen, sum hevur týtt Eoin Colfer og hansara Artemis Fowl úr enskum. Talan er um ævintýrkenda ungdómsbók, sum er tann fyrsta í røðini av trimum. Kring heimin eru bøkurnar um Artemis Fowl sera væl umtóktar.
Flogvit
Á baksíðuni á nýggju bókini lesa vit: ?Tólv ára gamli Artemis Fowl er eitt kriminelt flogvit. Men hóast tað kann Artemis ikki vita, hvussu endin verður, tá ið hann skipar fyri at ræna úlvin, Holly Short, sum er kapteynur í HULdeildini. Tí hetta eru ikki álvar úr barnasøgum! Nei, hesir álvarnir eru vandamiklir og alvápnaðir??
Álvar broyta mannagongd
?Artemis heldur, at hann hevur sett álvarnar skák mát, tí teir eru bundnir av føstum reglum og mannagongdum. Men so broyta álvarnir sínar mannagongdir??
Eoin Colfer er føddur í 1965 og íri. Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hansara fyrsta bók varð givin út í 1998, men tað var ikki fyrrenn í 2001, tá hann gav Artemis Fowl úr, at hann gjørdist rættiliga kendur uttanfyri landoddarnar eisini.