Kriminaliteturin í New York er søguliga lágur

»Bert« 286 drap eru framd í New York í ár

Kriminaliteturin í amerikanska stórbýnum New York er nógv minkaður seinnu árini. Serliga merkisverd er gongdin í talinum á drápum. 


New York Times skrivar, at í 1990 vóru 2.245 drap framd í New York, men í ár er talið »bert« 286. Hetta er lægsta talið á drápum, síðani skrásetingin byrjaði í 1950’unum. Um talið heldur sær undir 333 fram til ársskiftið, verður talan um nýtt met. Eisini onnur sløg av kriminaliteti eru minkað í ár.

Óvist er, hví talið á drápum í New York er fallið so nógv. Summi føra fram, at ein orsøk er, at løgreglan er betri útgjørd og brúkar ikki so ofta skotvápn longur. Løgreglan brúkar oftari sonevndar streympistólar, og hesir pistólar drepa vanliga ikki fólk. Men hetta er bert ein lítil partur av frágreiðingini.

Franklin W. Zimring, sum er professari á University of California, sigur við New York Times, at stóra minkingin í drápstalinum í New York er gátufør, og at tað ber ikki til at staðfesta, hví minkingin hevur verið so stór.