Kriminalforsorgin og varðhaldið leggja saman

Endamálið er at bøta um samstarvið og at samansjóða fakligu førleikarnar

Í Føroyum merkir hetta, at Varðhaldið í Mjørkadali og Kriminalforsorgardeildin í Tórshavn eru løgd saman undir felags leiðsu frá 1. november 2013.
 

Elkin Klettheyggj, myndin, sum higartil hevur verið leiðari á Kriminalforsorgardeildini, er nú sett sum fyribils stjóri fyri báðar omanfyrinevndu stovnar. Hennara uppgáva verður at standa fyri arbeiðnum við nýskipanini.
 

Dagliga leiðslan fyri Varðhaldinum í Mjørkadali og Kriminalforsorgardeildini í Tórshavn verður hereftir umsitin av ávikavíst Annu D. Háberg, yvirvaktmeistara, og Eliesar E. Jacobsen, forsorgarfulltrúa.
 

Arbeiðið við nýskipanini byrjar 1. november 2013 og skal eftir ætlan verða liðugt 1. juli 2014.

 

- Endamálið er, at skapa betri samstarv um felags viðskiftafólk, sum antin sita í Varðhaldinum ella eru undir eftirliti av Kriminalforsorgardeildini, sigur Elkin Klettheyggj.

 

Endamálið er eisini at samansjóða  fakligu førleikarnar hjá starvsfólkunum á báðum stovnum, soleiðis at viðskiftafólkini hjá Kriminalforsorgini fáa eina samanhangandi  tænastu, leggur hon afturat.