Maðurin, sum er skuldsettur fyri morð í Hvalba í gjár var undir eftirliti av Kriminalforsorgini fyri eldáseting og fyri at skjóta við byrsu eftir politinum.
Fimm mánaðir og 12 dagar handan rimar. Tað kostaði tað manninum – sum nú er skuldsettur fyri manndráp – at seta eld á fimm staðni í Gistingarhúsinum í Øravík og at skjóta eftir og koyra undan politinum sunnunáttina 6. mai í 2012.
Vanliga kostar eldáseting treytaleysa fongulsrevsing, men hjá hesum manninum varð restin av dóminum gjørd treytað. Tað vil siga, at hann skuldi ikki sita, um hann bara helt seg frá at gera nýggj lógarbrot komandi tvey árini – tað vil siga til 19. oktober í ár.
Sum tað framgekk av rættarviðgerðini fyri sløkum tveimum árum síðani, so vóru serligar umstøður, eitt nú at maðurin ongantíð áður hevur framt lógarbrot, og at hann bæði hevði arbeiði og familju at venda aftur til. Tí valdi dómarin at geva manninum so lina revsing. Hann hevði eisini gott arbeiði at venda aftur til, og arbeiðsplássið hevði boðað frá, at arbeiðið bíðaði eftir honum.
Maðurin segði í rættinum, at tað hevði »sligið klikk« hjá honum. Og politistarnir, sum vitnaðu, yvirdramatiseraðu ikki hendingina. Annar politisturin var vinmaður hvalbingin, og tá hesin var liðugur at vitna, fór hann yvir til mannin og tók í hondina á honum.
Bæði verji, ákæri og dómari brúktu vendingina, at tað hevði »sligið klikk« hjá manninum hesa náttina. Meðan hann hevur sitið í varðhaldinum, er hann mentalkannaður, og har var einki galið.
Nevnt varð eisini, at bæði starvsfólk og fangar í Mjørkadali bara høvdu gott at bera manninum.
Dómarin brúkti ikki langa tíð um at fella dómin.
Maðurin varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing, men dómarin valdi at gera restina av dóminum treytaðan. Teir fimm mánaðirnir, hann hevur sitið í varðhaldinum, vórðu drignir frá.
Hann skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og somuleiðis skal hann hava samtalur við sálarfrøðing. Alt undir leiðslu av Kriminalforsorgini. Royndartíðin varð sett til tvey ár.
Hann varð dømdur fyri eldáseting, fyri at hava skotið og skotið móti politibilinum, fyri skaðarnar, hann gjørdi og fyri at hava koyrt fullur.
Maðurin misti koyrikortið í hálvt fjórða ár frá 6. mai at rokna.
Maðurin var sostætt undir eftirlitið av Kriminalforsorginum, tá drápið, sum hann er skuldsettur fyri, fór fram í gjár.
TRÝST HER fyri at lesa tað, sum Sosialurin skrivaði um málið 22. oktober 2012
Les eisini: Hevur fyrr skotið eftir politinum
Les eisini: Morðið í Hvalba: Fongslaður í fýra vikur
Les eisini: Stakk mannin tríggjar ferði í hálsin
Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba
Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba
Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba










