Krígsárini á pall

Operation Valentine er heitið á leiki, sum skal frumsýnast í Sjónleikarahúsinum 21. august

 

Tað er bólkurin, Det Ferösche Compagnie, sum stendur fyri leikinum, sum bólkurin sjálvur hevur skrivað.

 

Leikurin byggir á samrøður, sum eru gjørd við fólk, ið onkursvegna hava tilknýti til seinna veraldarbardaga, og enn taka tey fegin ímóti hugskotum, persónssøgum og hugvekjandi anekdotum.

 

Eisini siga tey seg leita eftir statistum, sum hava hug at dansa enskan dans undir leikinum.

 

Í bólkinum handan sjónleikin er Egill H. A. Pálson, Sonja Lea, Jens Ladekarl Thomsen, Kirstin Helgadóttir, Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Gunnvá Zachariasen.