Kríggj um sjónvarpspengarnar í Spania

Barcelona og Real Madrid verða nú taklaði av hinum feløgunum í La Liga

Í vikuni gjørdi enska Premier League ein felagsavtalu fyri sjónvarpsrættini, frá 2016 til 2019, fyri 51 milliardir krónur. Í Spania samráðast feløgini hvør sær. Tað gevur ein risa ójavna, tí Barcelona og Real Madrid fáa so nógv mest av sjónvarpspengunum.

 

Les eisini:Ørar pengaupphæddir í Premier League

 

Nú heva hini feløgini fingið nokk og vilja hava ein bita av sponsku lagukøkuni. Formaðurin í Espanyol, Joan Collet, sigur við spanskar miðlar, at hini feløgini fara at nokta at spæla, um ikki leisturin verður broyttur.

 

Millum feløgini, sum ganga á odda fyri at gera ein felags sjónvarpsavtalu, er Espanyol og Valencia. Spanskur fótbóltur hevur í nógv verið ein kapping millum Barcelona og Real Madrid. Farna kappingarár var fystu ferð síðani 2004, at Real Madrid ella Barcelona ikki vunnu meistaraheitið. Vinnari gjørdist Atletico Madrid.

 

Fyri nøkrum árum síðani royndi Liverpool, við virkandi stjóranum Ian Ayre á odda, at argumentera fyri, at feløgini við fleiri hyggjarum skuldu fáa størri part av sjónvarpspengunum í Premier League. Hetta fekk eitt harðligt mótspæl, tí mett verður, at tað er nettupp tí at smærri feløgini eru kappingarfør, at Premier League er so áhugaverd.

 

Formaðurin í Espanyol sigur, at ein loysn skal finnast til longu um tríggjar vikur. Og hann leggur afturat, at um spanska stjórnin ikki leggur upp í og broytir leistin, so verður verkfall í sponskum fótbólti.