Kríggj millum KÍ og B36

KÍ avsannar, at hava verið í samráðinum við spælarar hjá B36, sum tó skal hava verið í samráðinum við KÍ spælara

Í farnu viku hevur nógv órógv verið í B36. Orsøkin er, at KÍ og Mikkjal Thomassen hava verið úti eftir fleiri av spælarunum hjá B36. Talan skal verða um Odmar Færø, Róald Jakobsen, Benjamin Heinesen og møguliga Hørð Askham.  Mikkjal Thomassen hevur verið venjari hjá øllum hesum fyrr, tá hann frá 2011 til 2013, umframt eitt tíðarskeið í 2009 var venjari hjá B36.

 

Les eisini: B36 vil hava Hans Paula og Arnbjørn

 

Hetta hevur fingið B36 at reagera og í farnu viku hevði felagið kreppufund viðvíkjandi nýggju støðuni, skrivaði Sosialurin mánadagin. Tey í árstalsfelagnum eru ikki glað fyri áhugan, sum KÍ vísur teirra spælarum og í løtuni verður arbeitt við at halda upp á spælararnar. Mánadagin kunngjørdi felagið, at teir hava gjørt nýggjan sáttmála við Róald Jakobsen.

 

KÍ avsannar søguna

 

Niclas Niclasen, sum er oddamaður fyri 1.liði hjá KÍ, avsannar søgurnar um at KÍ skal leita í B36 eftir spælarum.

 

Les eisini: Arnbjørn Hansen til HB

 

- Tað eru bara eg og Tummas Lervig(formaður í KÍ, blaðm), sum hava heimild at samráðast vegna KÍ. Vit hava ikki verið í samráðingum við nakran í B36. Hinvegin, so hevur B36 verið á fundi við Álvi F. Christiansen, sigur Niclas Niclasen.

 

Les eisini: EB/Streymur: Onga viðmerking

 

Fyri teirra viðkomandi, so er venjaraspurningurin ikki avgreiddur enn, hóast søgurnar siga, at tað verður Mikkjal Thomassen. Hann hevur váttað, at samráðingar eru millum hann og KÍ, um at taka við sum venjari komandi kappingarár.

 

Les eisini: Skála missur liðskiparan

 

- Vit taka hetta árið fyrsta, so hyggja vit upp á komandi kappingarár, men ongin avtala er gjørd viðvíkjandi venjari komandi ár, sigur Niclas Niclasen.

 

Les eisini: KÍ í samráðingum við nýggjan venjara

 

Tað hevur ljóðað, at Eyðun Klakstein er ferdigur í KÍ. Felagið hevur ikki longt sáttmála við venjaran.

 

Les eisini: Mikkjal váttar samráðingar við KÍ

 

- Eyðun Klakstein er venjari hjá KÍ til árið er komið at enda. So taka vit eina avgerð aftaná tað. Kappingarárið í ár hevur ikki verið nøktandi, og tað er heldur ikki nøktandi, at vit bara hava fingið eitt stig móti B68, sigur Niclas Niclasen við Sosialin.

 

Les eisini: Eyðun skjýtur við skørpum