Tað er ilt millum Paris Saint Germain og Real Madrid, eftir at forsetin í Real Madrid, litríkið Florentino Perez, alment segði at tað koma tíðindi um Kylian Mbappé 1. januar.
Franski heimsmeistarin hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið við PSG, og kann tí samráðast og gera nýggjan sáttmálan við annað felag 1. januar. Tað hevur leingi ljóðað, at Kylian Mbappé skiftir til Real Madrid komandi kappingarár.
- Í januar verður nýggj tíðindi um Kylian Mbappé. Vit vóna, at alt verður í ordan 1. januar, segði Florentino Perez.
Hann hevur síðani tikið orðini aftur í seg. Hann hevur víst á, at hann vísti bara á, at tá er ein nýggja støða og at sambandið millum Real Madrid og PSG enn er gott. Tað sæst tó ikki aftur á úttalisunum hjá ítróttarstjóranum hjá PSG, Leonardo.
- Hetta er er enn eitt dømi um vantandi virðing fyri PSG og Kylian Mbappé. Í somu viku hava spælarar, venjari og nú eisini forsetin hjá Real Madrid tosað um Kylian sum um, at hann er teirra. Tað er vantandi virðing, sigur Leonardo við L'Equipe.
Leysasøgurnar siga, at Real Madrid legði hálva aðru milliard krónur á borðið síðast í august, men at PSG als ikki svaraði aftur. Nú verður sagt, at hesir pengarnir fara beint til Kylian Mbappé, tá sáttmálin við gongur út og hann skiftur til Real Madrid.











