Tað er einki, sum bendir á, at Ísrael ætlar sær at gevast við vápnaðu atgerðunum í Gaza fyribils.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, sigur í dag, at landið fer at halda fram við krígnum móti Hamas.
- Tað verður uttan mun til, um vit hava altjóða stuðul ella ei, staðfestir hann.
Uttanríkisráðharrin legði aftrat, at ein vápnahvíld nú hevði bara verið ein gáva til yvirgangsfelagsskapin, Hamas.
- Ein vápnahvíld nú hevði bara gjørt, at Hamas framhaldandi kann hótta íbúgvarnar í Ísrael, sigur Eli Cohen.
Tað er norska kringvarpið NRK, sum ber hesi tíðindi nú seinnapartin.