KrF verjir fiski- og útróðrarmannin, familjuna, børnini, pensjónistarnar og tey veiku

KrF stendur sum hinir norðurlendsku kristiligu fólkaflokkarnir í miðjuni, meðan Fólkaflokkurin er tann flokkur í Føroyum, sum stendur longst til høgru.

Tí er tað púra burturvið, tá ið Jákup Olsen, tingmaður, í samrøðu við Útvarp Føroya sigur KrF vera tað sama sum Fólkaflokkin. Tað er og verður KrF ikki.

KrF byggir á ta kristnu lívs- og menniskjuáskoðanina og vil í politikki verja familjuna, børnini og heimið, og tala søk útróðrar- og fiskimanna, pensjonistanna og teirra veiku, hava tað lætt í teimum korum, sum Fólkaflokkurin saman við øðrum flokkum hevur givið teimum at liva undir.

Hesi kor er tað, KrF vil broyta og bøta munandi um. Og tað verður als ikki gjørt við at fara upp í Fólkaflokkin, hin mest høgravenda flokkin í Føroyum.


Virðingarmest,

Niels Pauli Danielsen og Lasse Klein