Krevur treytaleysa umberging

Høgni Hoydal krevur í opnum brævi, at Jóannes Eidesgaard gevur Føroya fólki treytaleysa umbering fyri framferð sína, tá landsstýrið vendi sær til ST fyri at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar

? Tað hevði sømt seg, at Jóannes Eidesgaard nú gevur Føroya fólki eina treytaleysa umbering fyri framferðina í ST-málinum. Hartin átti hann sum fólkatingsmaður at sett fyrispuring til donsku stjórnina, um hon viðurkennir Føroyar sum tjóð.

Soleiðis byrjar opna brævið, Høgni Hoydal hevur sent Jóannesi Eidesgaard.

Brævið hevur Høgni Hoydal skrivað, eftir at ein frágreiðing frá íslendska serfrøðinginum í altjóðarætti, Gudmundi Alfredsson, varð almannakunngjørd í vikuni.

Í hesi frágreiðing, sum landsstýrið hevur biðið um, staðfestir Gudmundur Alfredsson, at danska stjórnin, tá hon fór undir samráðingar við føroyingar um loysing, á ósagdan hátt hevur viðurkent, at Føroyar eru tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt.

Tí vil Høgni Hoydal hava eina umbering frá Jóannesi Eidesgaard fyri millum annað at hava sagt, at landsstýrið setti fólkaræðið til viks, tá tað vendi sær til ST við fyrispurnigni um møguleikan at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar.

Sosialurin hevur biðið Jóannes Eidesgaard um eina viðmerking til brævið frá Høgna Hoydal. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ikki fer at gera nakra viðmerking til málið, fyrr enn hann sjálvur hevur skrivað eitt opið svar til Høgna Hoydal.

? Eg frætti um brævið í útvapstíðindunum í mánakvøldið og fekk tað sendandi við telduposti seint sama kvøld, so eg havi enn ikki havt stundir at skriva Høgna eitt svar. Men svar skal hann fáa, sigur Jóannes Eidesgaard.