Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum vil hava greiðu á, um tað er neyðugt at hava so nógvar nevndir, og um vit ikki kunnu spara. Við útvarpið sunnudagin segði hann, at tað skal ikki bera til hjá fólki, sum eru í almennum starvi at fáa nevndarsamsýning og almenna løn. Men í sjónvarpinum í gjárkvøldið var hann heldur mildari og helt, at »sjálvandi skulu fólk hava løn fyri arbeiði, tey gera«.
Men at tað krevur sína mann, og at tað krevur sína ábyrgd at sita í eini nevnd, tað hevur løgmaður ikki altíð hugsað so nógv um. Tá Sosialurin 3. august í ár avdúkaði, at eitt felag, sum Kaj Leo Johannesen var formaður í hevði kostað tí almenna tap upp á 200.000 krónur í MVG, segði hann, at hann onga ávirkan hevði havt á hetta felag. Vit prenta brot úr samrøðuni 3. august:
» – Eg eigi bara eini 17 prosent av hasum felagnum. Eg havi tí ikki havt ávirkan á felagið.
Men tú vart nevndarformaður í felagnum, og sum slíkur ábyrgist tú fyri felagið, ikki so?
– Eg kann bara endurtaka, at eg skyldi ikki MVG. Um eg eisini eigi partabrøv í Eik, havi eg so eisini ábyrgd fyri tí tapi, sum var har?
– Men har vart tú ikki nevndarlimur. Sum vanligur partaeigari ábyrgist tú ikki vegna felagið. Men í hesum felagnum stendur tú við ábyrgd sum nevndarformaður, og hetta felagið hevur pádrigið fólki tap, kanst tú ikki viðganga tað?
– Sum eg segði tær, so hevði eg ongan kreditorlista. Eg veit ikki, hvør hevur mist. Men eg síggi hendan listan, og eg síggi, at TAKS stendur til at hava mist 200.000 krónur. Men eg havi einki kriminelt gjørt, og hevði eg tað, so var TAKS langt síðani komið eftir mær.«
Tað er sjálvandi gott, at løgmaður ruddar upp og avtekur óneyðugar nevndir. Men tað skal sjálvandi ikki gerast í óðum verkum, tí tað krevur ábyrgd at sita í nevnd – ábyrgd, sum tú ikki kanst og ikki skalt skáka tær undan – og ta ábyrgdina skulu nevndarlimir liva upp til og sjálvandi samsýnast fyri.