Talsmenn hjá skotsku fiskivinnuni eru vónbrotnir av, at einki spurdist burtur úr makrelfundinum í London í gjár millum ES, Noreg, Ísland og Føroyar. Teir siga, at halda føroyingar og íslendingar fram við teirra stívrendu støðu í makrelsamráðingunum, má ES seta tiltøk í verk ímóti teimum.
Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lockhead (myndin), sigur, at makrelurin er tann fiskastovnurin, sum hevur størstan týdning fyri skotskar sjómenn, og hann er vónsvikin av fundinum í London.
-Niðurstøðan vísir, at íslendingar og føroyingar vilja ikki gera ein rættvísan sáttmála um makrelin, og hetta gevur ikki nakrar serligar vónir um næsta fund, sum verður í oktober. Tað er meiri neyðugt nú enn nakrantíð, at Evropatingið samtykkir revsitiltøk ímóti Íslandi og Føroyum í hesum mánaðinum, og at ES setir tey í verk beinanvegin. sigur skotski fiskimálaráðharrin sambært fjølmiðlunum.










