Krevur okurshøgan prís fyri festið

Grønu skótarnir hjá KFUM, ið hava stóra skótalegu inni á Selatrað, hava ligið í samráðingum við eigaran av einum festi á staðnum.

Grønu skótarnir hjá KFUM, ið hava stóra skótalegu inni á Selatrað, hava ligið í samráðingum við eigaran av einum festi á staðnum.

 

Tað váttar Magni Laksáfoss, skótaleiðari.

 

Hann sigur, at eigarin krevur ein so høgan yvirprís, at tað ber ikki til hjá skótunum at keypa.

 

- Hann segði okkum, at hann ætlaði at selja festið, og tað kundu vit einki siga ímóti sum so, sigur Magni Laksafoss.

 

Eigarin umsitur tvey festi inni á Selatrað, og bæði standa til søðu í fríggjadags Sosialinum, sum verður á gøtuni seinni í dag.

 

- Vit mugu bara bíða. Eg dugi ikki at síggja, hvør skal kunna keypa fyri ein so høgan prís, so vit mugu bara bíða, til hann kemur niður á jørðina, sigur Magni Laksáfoss, skótaleiðari.