Krevur neyðtøkumenn dømdar til deyða

Tann 36 ára gamla pakistanska kvinnan Mukhtar Mai krevur, at menninir, sum neyðtóku hana, verða dømdir til deyða. Málið er nú í hægstarætti.

Ovasta ráðið í teirri lítlu pakistansku bygdini gjørdi av, at fýra menn skuldu neyðtaka Mukhtar Mai, tí tólv ára gamli beiggi hennara hevði verið ov nær einari kvinnu, sum var av einari av teimum betru ættunum.

Hetta hendi í 2002. Revsingin er rættiliga vanlig í pørtum av Pakistan, men Mukhtar Mai er ikki sum aðrar pakistanskar kvinnur. Hon setti seg upp ímóti samfelagnum og meldaði neyðtøkumenninar til løgregluna. Seinni sama ár vórðu seks menn dømdir fyri neyðtøku og fyri at hava medvirkað til neyðtøku, men í mars í ár fríkendi ein átrúnaðarligur dómstólur fimm av teimum dømdu.

Men Mukhtar Mai gavst ikki. Hon kærdi úrskurðin, og nú skal hægstirættur taka støðu til málið. Hon og sakførari hennara eru ikki í iva um, hvørja revsing neyðtøkumenninir skulu hava.

-Ber tað til at fyrigeva slíkum? Eg fái meg í hvussu er ikki til at gera tað, segði hon við útlendsk tíðindafólk, tá viðgerðin í hægstarætti byrjaði mánadagin.