Ákærin í rættarmálinum ímóti fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak krevur, at tann gamli leiðarin verður dømdur til deyða og hongdur.
Kravið er sett fram á einum rættarfundi í høvuðsstaðnum Kairo.
Mubarak er ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki, sum seinasta vetur mótmæltu stýri hansara. Mótmælini endaðu við, at Mubarak noyddist at fara frá.
Hosni Mubarakl hev ur livað illa í seinastuni og verður fluttur til og frá rættarhølinum á børu.